Í vetur hevur verið neyðugt hjá StÍF at skift út á venjarabonkinum hjá bæði besta mansliðnum og besta kvinnuliðnum.
Sí eisini: Váttað: StÍF og Jesper Bak steðga samstarvinum
Danirnir Mads Lindkvist og Mikkel Lindkvist boðaðu tíðliga í desember frá, at teir vildu úr sáttmálum sínum. Teir vóru ávikavist høvuðsvenjari og hjálparvenjari hjá SMS-liðnum, umframt at venjararnir úr Danmark røktu aðrar venjarauppgávur í felagnum.
Síðani hevur millum annað Alexandur Johansen havt ábyrgd fyri besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Poula Dulavík Berg stóð sum venjari til dystin í Klaksvík stutt fyri jól, og nú er greitt, at hon tekur við sum venjari við høvuðsábyrgd restina av kappingarárinum.
- St.Í.F. hevur í kvøld gjørt sáttmála við Poulu Dulavík Berg. Poula verður høvuðsvenjari hjá kvinnunum, kappingarárið út. Vit eru fegin um hesa avtalu, og gleða okkum til næstu mánaðirnir við Poulu á odda, skrivar felagið á Faebook-síðu sínari.
Poula Dulavík Berg spældi leingi í fremstu røð hjá StÍF. Hon gjørdi millum annað vart við seg sum sterkur strikuspælari og verjuspælari í søguliga FM-árinum í 2020-2021. Tað var eisini í júst hesum tíðarskeiðnum, at Poula spældi seg á A-landsliðið.
Sum skilst er Poula Dulavík Berg fyrsti føroyski kvinnuligi høvuðsvenjari hjá StÍF-kvinnunum. Við henni standa nú bert lokal fólk á odda fyri bestu liðum felagsins - heldur enn danir sum tað var við kappingarbyrjan.
Besta kvinnulið felagsins hevur bert tvey stig fyri 11 dystir og er aftast í SMS-deildini
Dagført: 14.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald