Fótbóltur

Rakk ikki í Riga

Málið hjá Lettlandi var ivasamt, men føroyska avrikið í serliga fyrra hálvleiki var meira enn ivasamt. Fyrsta tapið nakrantíð í kappingardysti móti Lettlandi er veruleiki.

Gunnar Vatnhamar hevði ein stóran møguleika móti endanum - málið hjá Lettlandi kom, eftir at áleypari hjá Lettlandi nýitti armin til at sleppa framvið Andriasi Edmunsson (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar hevði ein stóran møguleika móti endanum - málið hjá Lettlandi kom, eftir at áleypari hjá Lettlandi nýitti armin til at sleppa framvið Andriasi Edmunsson (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-10 19:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórða kappingardystin á rað á útivølli er føroyska manslandsliðið farið av vøllinum uttan at skora. Hesaferð vóru føroyingar heilt nær við at skora seinastu løtuna, men Lettland kundi eisini økt, og samaumtikið var heimasigurin fult uppiborin.

Tað var 0-0 eftir fyrra hálvleik, men tað var serliga fyri steðgin, at munur var á liðnum. Føroyar sóu ikki út til at vera eitt lið, sum fekk tað at hanga saman við bótlinum, og ótryggleikar og hol vóru í verjupartinum. Tíbetur fyri Føroyar vóru lettar óskarpir  í føroyska brotsteignum, og ofta komu okkara eisini fyri í seinastu løtu.

Sí beinleiðis bloggin HER.

Tað varð betri móti endanum av 1. hálvleiki, og eftir steðgin var tað sum so ein javnur og opin dystur. Adrian Justinussen og Mads Mikkelsen komu inn á vøllin og vísti serliga síðstnevndi seg væl fram í løtum.

Lettland fekk einasta málið. Hetta var í 64. minutti - eftir eina løtu har Føroyar ikki heilt fingu avvíst. Tað var tó eingin ivi um, at bólturin kom í armin á Vladislavs Gutkovskis, so at Andrias Edmundsson ikki fekk fatur á honum. Gutkovskis legði útfrá, og Varslavans smekkaði bóltin í netið.

VAR-kanningin gav onkursvegna ikki Føroyum eina hjálpandi hond, og tað endaði 1-0. Hetta gevur tó ikki eina skeiva mynd av dystinum, har lettar vóru meira ágangandi og tryggir í spælinum.

Føroyar gjørdu tó eina fína roynd at javna, og tað burdi eydnast hjá Peturi Knudsen ella Gunnari Vatnhamar. Síðstu tíggju minuttirnar høvdu teir báðir hvør sín stóra møguleika eftir frálík innlegg - eitt úr vinstru frá Adrian og eitt úr høgru frá Hanusi Sørensen. Júst Hanus var tann besti føroyski spælarin við bóltinum, og gav HB-spælarin ferð og framfýsni í føroyska spælið til tíðir. 

Meinhard Egilsson var eisini nær við, áðrenn hann fór út, men trýstið glapp í yvirtíðini, har Lettland burdi økt. Bárður á Reynatrøð hevði tó eina framúr bjarging.

Føroyska liðið skal finna nakað annað fram samanlagt til heimadystin móti Lettlandi 13. oktober. Tí hann verður ein lykladystur í mun til plássið í deildini - nú hava Føroyar roynt at tapt kappingardyst móti baltiska landinum og hava tvey 1-0 tap í landinum í 2024. Tríggjar dagar áðrenn, 10. oktober, kemur Armenia á vitjan.

Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar - í dag, týsdagin 10.09
Lettland - Føroyar 1-0 (0-0)
64' Renars Varslavans 1-0

Støðan:
1. Armenia 3 stig *
2. Lettland 3 stig 
3. Norðurmakedónia 1 stig *
4. Føroyar 1 stig 

*Ein dyst færri

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Johansen Chukwudi - Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar (46' Mads Boe Mikkelsen), Gunnar Vatnhamar, Hanus Sørensen Meinhard Egilsson Olsen, - Jóan Símun Edmundsson (46' Adrian Rúnason Justinussen)

Hesir komu inn í 82. minutti: Petur Knudsen, Klæmint Andrasson Olsen og Pætur Petersen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder