Fótbóltur

Rannvá hjálparvenjari hjá KÍ-kvinnunum

Rannvá Biskopstø Andreasen verður hjálparvenjari hjá Allani Drost í 2025 og fær sostatt ein heilt nýggjan leiklut á sínum fyrrverandi liði.

Fleiri enn 700 mál og eitt

Fleiri enn 700 mál og eitt "ótal" av gullheiðursmerkjum og steypum fyri barndómsfelagið. Rannvá Biskopstø Andreasen hevur verið virkin sum venjari í ungdómsdeildini - nú skal hon hjálpa Allani Drost og besta kvinnuliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-13 09:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í mong ár var hon ein av bestu og týdningarmestu spælarunum hjá KÍ-kvinnunum, og næsta kappingarár fer hon at vera hjálparvenjari á liðnum. Rannvá Biskopstø Andreasen verður hjálpavenjari hjá KÍ-kvinnunum næsta kappingarár.

Rannvá hevur nógv ár á baki sum venjari. Eftir at hon sjálv setti gaggurnar á hillina, bleiv hon partur av venjaratoyminum hjá U16 gentum, ið vunnu greipuna í ár.

Í heyst tók Rannvá A-venjaraprógv og er fyrsta kvinnan í felagnum, sum hevur hetta prógvið. Nakað, sum vit í felagnum eisini eru errin av.

[object Object]
Rannvá Biskopstø Andreasen fær A-prógvið - sum er søguligt fyri KÍ (Mynd: ki.fo)

Málsøkin hjálparvenjari

Hjartað hevur altíð verið blátt, og tað sæst best aftur í mongu tímunum, sum  Rannvá hevur brúkt í felagnum. Hon hevur altíð verið sera sjónlig á besta liðnum hjá kvinnum, og hon hevur verið við til at menna og mynda lyklaspælarar.

Og nú kann felagið fegnast um, at Rannvá Biskopstø Andreasen fer at halda fram við sínum miðvísa og framsøkna fótbóltsarbeiði frá síðulinjuni, sum hjálparvenjari á liðnum, sum hon sjálv hevur skorað meira enn 700 mál fyri í lands- og steypakappingum og í Champions League. 

Rannvá er spent til uppgávuna og gleðir seg til aftur at fáa ein gerandisdag saman við KÍ-kvinnunum.

- Eg eri ordiliga glað fyri, at eg aftur sleppi at vera ein partur av KÍ-kvinnunum. Eg gleði meg eisini til at arbeiða saman við Allani Drost og fari at gera alt fyri, at vit fáa KÍ-kvinnurnar upp aftur á ovastu rók, sigur hon.

Sí eisini: Dani skal venja betri-kvinnur og 1. deild hjá monnum í Klaksvík

- Rannvá hevur vant gentur í KÍ í mong ár og vann millum annað greipuna við U16 gentum í ár. Nú trínur hon inn á besta liðið aftur og verður partur av toyminum undir nýggja høvuðsvenjaranum Allan Drost og fer at gera sítt til at fáa KÍ-kvinnurnar upp aftur á toppin, sigur Jonas Nielsen, stjóri í KÍ-akademinum.

Klaksvíkar Ítróttarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder