Hondbóltur

Ricardo Oliveira skal venja kvinnurnar hjá Neistanum

28 ára gamli portugisin skal taka sær av neistakvinnum næsta kappingarár.

Ricardo Oliveira í samrøðu við Portalin fyrr í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ricardo Oliveira í samrøðu við Portalin fyrr í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-26 10:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herfyri var greitt at samstarvið um besta kvinnuliðið millum Neistan og Stinu Madsen steðgaði. Nú boðar Neistin frá, at Ricardo Oliveira, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá monnum seinasta árið, tekur yvir við kvinnunum.

- Ricardo vandi neistamenn seinasta kappingarár við góðum úrslitum. Liðið var ungt og nýtt umframt avbjóðingar við skaðum. Neistamenn komu væl uppeftir á stigatalvuni og vóru bert eitt mál frá at enda bæði í steypafinaluni og FM finaluni, skrivar Neistin.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ricardo er 28 ár og er úr Portugal. Hann hevur nógvar royndir í at venja kvinnur. Sambært Neistanum, er Ricardo Oliveira spentur uppá uppgávuna og sær góðar møguleikar í at verða millum topp tvey við liðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder