Fótbóltur

Ronaldo og Juventus sigraðu á Old Trafford

United megnaði ikki at gera nógv við italienska stórfelagið.

2018-10-23 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

16 lið spældu sín triðja dyst í bólkaspælinum í kvøld.

Stóri dysturin var á Old Trafford, har Cristiano Ronaldo og Juventus vitjaðu. Útiliðið var greitt omaná í 1. hálvleiki, og eftir innlegg frá Ronaldo, sum rakti ein leikara á vegnum, datt bólturin til Pablo Dybala, ið lætt kundi seta bóltin í málið. 

United kom betri við í 2. hálvleiki, og fekk í tíðum lagt nakað av trýst á, men Juventu vardi væl fyri og vann uppiborið. Tað tættasta United kom uppá at javna var eitt fínt langskot frá Paul Pogba, ið rakti stongina, síðani høvið á Szczesny og út. Fyriuttan innleggi ið førdi til málið, gjørdi Ronaldo ikki so nógv um seg, men 33-ára portugisiski leikarain hevði tó eitt dundurskot eftir eitt frálíkt Juventus álop, ið De Gea fekk vart sera væl.

Fyri United var úrslitið í Sveis tó jaligt. Valencia kom á odda í 1. Hálvleiki, men Young Boys fekk javnað tíggju minuttir inn í 2.hálvleik. Harvið hevur Valencia framvegis ikki vunnið, og er tvey stig aftanfyri United. Juventus hevur fult stigatal.

Real Madrid fekk endliga aftur trý stig. Tað var tó ikki við stíli, at trýfaldu meistarnir reistust aftur:  Ein 2-1 sigur á  heimavølli móti kekkiska Plzen. Í hinum dystinum í bólkinum vann Roma sannførandi á CSKA, har Dzeko aftur sló til við tveimum málum og einum uppleggi.

Í fjør tapti City ein av sínum fáu dystum móti Shakhtar. Júst Shakhtat var mótstøðuliðið í kvøld, men har var eingin slingur í valsinum hesaferð hjá Guardiola og co. Í hinum dystinum í bólki E endaði tað við javnleiki í einum undirhaldandi dysti í Týsklandi.

Í bólki E liggja Ajax og Bayern væl fyri við sjey stigum hvør. Ajax avgjørdi í kvøld sín dyst í seinastu løtu.

3.umfar:

Bólkur E:

AEK – Bayern Munchen 0-2 (0-0)

Ajax – Benfica 1-0 (0-0)

Bólkur F: 

Hoffenheim – Lyon 3-3 (1-1)

Shakhtar – Manchester City  0-3 (0-2)

Bólkur G:

Real Madrid – Plzen 2-1 (1-0)

Roma – CSKA Moskva 3-0 (2-0)

Bólkur H:

Young Boys – Valencia 1-1 (0-1)

Manchester United – Juventus 0-1 (0-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder