Høgi ungi miðverjin hjá HB, Samuel Johansen Chukwudi, royndarvenur hesa vikuna svenska felagnum IFK Göteborg.
Stjórin í felagnum, Ola Larsson væntar sær nógv av evnaríka føroyinginum.
IFK Göteborg er stórfelag við ríkari søgu. Talan er um einasta norðurlendska fótbóltsfelag, sum hevur vunnið eina evropeiska steypakapping. IFK Göteborg vann Uefa Cup í 1982 og 1987. Men hesa seinastu tíðina hevur ikki gingið so væl hjá IFK. Nú er tað BK Häcken, ið er tað felagið í næststørsta býnum í Svøríki, sum klárar seg best. Häcken gjørdist svenskur meistari á fyrsta sinni í fjør (vórðu slignir úr Champions League av KÍ), og í ár endaði felagið á triðja plássi.
IFK Göteborg endaði á 13. plássi í Allsvenskan í ár, og kláraði við neyð og deyð at sleppa undan at koman undan niðurflytingarspæli.
Blåvitt – bláhvítu – úr Göteborg eru nú farnir at brynja seg til komandi kappingarár, og tað er í hesum sambandi, at boð eru send eftir 20 ára gamla føroyinginum, sum fyrr hevur roynt seg í belgiska felagnum Union SG.
Sambært fotballkanalen.se, verður Samuel Chuckwudi lýstur sum eitt stórt talent, ið longu sum 16 ára gamal sló ígjøgnum og var við til at vinna greipuna fyri HB. Hann er tekniskt góður, høgur og atletiskur.
- Vit vita, at fleiri onnur feløg halda eyguni við honum, og vit síggja fram til at síggja hann her. Hvat tað síðan fer at føra til, fáa vit at síggja, sigur stjórin í IFK, Ola Larsson.
IFK Göteborg skal fríggjadagin spæla venjingardyst móti felagnum hjá Mikkjal Thomassen, venjara, Jóannes Bjartalíð og Brandi Hendriksson, Fredriksstad BK, og tá er ætlanin, at Samuel skal fáa spælitíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald