
Talan gjørdist um ein trý-settara í einstaklinga-finaluna hjá monnum.
Rúni Øster noyddist at kýta seg eyka nógv í 1. setti, har hoyvíkingurin vann eyka bóltin og harvið 22-20.
Toke Ketwa-Driefer byrjaði nógv betri í 2. setti, og hóast Rúni kom væl innaftur í dystin, so endaði tað 21-19 til grønlendingin: 1-1.
Í 3. setti var spenningurin tó ikki eins stórur. Rúni Øster vísti frálíkt spæl, og føroyingurin streyk avstað við gullinum.
Oyggjaleika-finalan fyri einstaklingar, menn
Rúni Øster (Føroyar) - Toke Ketwa-Driefer (Grønland) 2-1
22-20, 19-21 21-16
Hetta var gull nummar 31 hjá Føroyum samanlagt og tað fyrsta í badminton - higartil.
Í øllum førum eitt kemur seinni í dag, tá Rúni Øster og Miriam í Grótinum møta Magnusi Dal-Christiansen og Sannu Thorkildshøj í blandaðum tvímansleiki.
Rúni hevur eisini eina triðju finalu: Tvímansleik hjá monnum saman við Magnusi.
Rúni og Magnus (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Eisini Miriam í Grótinum spælir tríggjar finalur. Tann fyrsta er í gongd nú: Ímóti grønlendsku Saru Lindskov.
Til ber at síggja hesa finaluna niðanfyri - við at trýsta á pílin:
Sí eisini: Føroyar eru í øllum fimm badmintonfinalum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald