placeholder
Fótbóltur

Samstarvið í Suðuroynni heldur ikki fram

Feløgini í Suðuroynni megnaðu ikki at finna eina semju, og tí er TB/FCS/Royn fyribils søga.

Tað verður einki felagslið at síggja, við Salmundi Bech og øðrum, við Stóra komandi ár
(Mynd: Savnsmynd)

Tað verður einki felagslið at síggja, við Salmundi Bech og øðrum, við Stóra komandi ár (Mynd: Savnsmynd)

2018-11-15 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir lagnufund í kvøld er greitt, at feløgini í Suðuroynni fara hvørt til stítt eftir tvey-ára royndartíðin er av.

Feløgini gjørdust ikki samd um grundleggjandi viðurskifti. Við Suðurás sigur formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, at umboðini hjá TB hildu fast um, at spælast skuldi bert við Stórá í Tongisvági. Harumframt var ikki semja um at hava felagsnevnd og felagsnavn, og at tað fíggjarliga skuldi vera eitt. TB ynksti at fáa meirilutan av fíggjarliga býtinum og halda fast í tí, sum felagið samtykti á aðalfundi um hesi viðurskiftini fyri stuttum.

Við Suðurrás úttalaði seg Julius Vest soleiðis: - Har var onki at gera. Hann staðfesti, at feløgini nú fara undir fyrireikingarnar til komandi ár hvør sær; TB verður í Betri-deildini, FC Suðuroy í 2. deild og Royn helst í 3. deild. 

Tað vóru annars vónir um, at samstarvið kundi halda fram, men tað eyndaðist ikki at finna loysnirnar, og nú sær fótbólturin í Suðuroynni aftur ørvísi út.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder