2019-07-12 17:43
Føroyar hava nú fingið sítt seinasta heiðursmerki á hesum 19. oyggjaleikunum í Gibraltar.
Tað var Rebekka Fuglø úr Treystinum, sum fekk silvur um hálsin fyri flottu renningina fyrr í dag í 800 metra kappingini – kappingin, ið verður søgd at verða tann harðasta av øllum rennigreinum, tí spurtast skal stórt sæð allan vegin.
Oyggjaleikirnir eru nú av. Um eina løtu verður endahátíðin, og í kvøld fara íðkarar og onnur, sum hava verið við á oyggjaleikum at seta nøsina heimaftur til Føroyar.
Flogfarið við føroyska ferðalagnum er væntandi í Vágum um sekstíðina.
Føroyar fingu tilsamans 22 gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og 27 bronsuheiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald