Hondbóltur

Seinasta trýstroyndin undan EM verður við Tjarnir klokkan 17

Italia vann við tveimum málum fríggjakvøldið - so er spurningurin, hvussu kortini verða blandaði í dag, og hvussu nógv verður lagt fyri. FM1 sendir frá klokkan 16, og beinleiðis bloggur verður á Portalinum.

Pauli Mittún og aðrir skulu seinni í dag í gongd við virðismiklar dystarminuttir undan endaspælinum, sum fyri Føroyar byrjar fríggjakvøldið. Nógv í Føroyum fara nú at ynskja liðnum góða ferð (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Mittún og aðrir skulu seinni í dag í gongd við virðismiklar dystarminuttir undan endaspælinum, sum fyri Føroyar byrjar fríggjakvøldið. Nógv í Føroyum fara nú at ynskja liðnum góða ferð (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-11 09:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinni EM-fyrireikingardysturin millum Føroyar og Italia verður við Tjarnir tíðliga í kvøld, og roknast kann við at EM-dámurin fer at merkjast meira og meira nú.

Tríggir dagar eru, til føroyska ferðalagið fer avstað til norska høvuðsstaðin, og fimm dagar eru til fyrsta dystin í hesum seinna endaspælinum hjá manslandsliðnum.

Tað er tó óvist, hvussu nógv verður spælt fyri at vinna í dag. Tað eydnaðist ikki fríggjakvøldið, tá Italia vann fyrra venjingardystin millum liðini. Talan er um eitt landslið í stórari menning, men hetta er á pappírinum eitt av veikastu liðunum av teimum 24, sum í næstu viku fara í gongd við EM 2026.

Eftir flott álopsspæl í stórar 40 minuttir fríggjakvøldið mistu Føroyar takið. Hetta var fyrsti ósigur á heimavølli síðani oktober 2022, og helst eru teir á liðnum hjá Peter Bredsdorff-Larsen heldur svangir í dag - hóast talan framvegis er um venjingardyst, har ymiskt skal fínpussast.

Les eisini: Fyrsta tapið á heimavølli í yvir trý ár

[object Object]
Vilhelm Poulsen spældi ógvuliga væl móti Italia - høgri bakkurin varð spardur í týðandi løtum (Mynd: Sverri Egholm) 

Sí eisini - video: 
Óli Mittún: - Vit læra nógv og hugsa ikki so nógv um úrslitið
Kjartan Johansen: - Hetta var serligt á ymiskan hátt - ikki nøgdur

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi als ikki fríggjadagin, og tað er lítið sannlíkt, at spælskiparin verður at síggja innanfyri strikurnar í dag - hetta verður endaliga greitt seinni fyrrapartin.

Bjarni í Selvindi hevur eisini havt sínar trupulleikar við skotøkslini. Skálamaðurin spældi ongan minutt fríggjadagin, og so er spurningurin um bakkurin verður at síggja í dag.

EM-fyrireikingardysturin byrjar klokkan 17 - tað eru framvegis atgongumerki eftir

Til ber at lurta á FM1 frá klokkan 16, har Pætur Nolsøe hevur Ára Dam og Tormóð Petursson Djurhuus við sær. Hesir fara eisini at siga frá dystinum

Beinleiðis bloggur við "livesore" og dagføring við teksti og myndum verður á Portalinum. Aftaná taka vit samanum - millum annað við samrøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder