
Seks føroyskir svimjarar sleppa næstu dagarnar at royna nakað nýtt: Tað verður fyrstu ferð, at eisini á fyrsta sinni, at Føroyar luttaka við einum liði til EM í Open Water.
Hetta verður saman vid 20 øðrum tjóðum. Og hvar er kappinging? Jú, hon er á vøkru kroatisku oynni, sum eitur Hvar.
Svomið verður beint við býin Stari Grad. Føroyska liðið kom uppá pláss har fyrr í vikuni og hevur síðandi vant seg við umstøðurnar - og sjálva greinina. Open Water er eitt slag av havsvimjing við ymiskum reglum. Teinarnir eru eisini longri, enn tá tað er í hyli.
- Svimjing fevnir um nógvar greinar, men i Føroyum hevur ikki verið siðvenja at luttaka til openwater kappingar, og ti er hendan kappingin so sera áhugaverd, ti ynski er, at Føroyar framyvir skulu luttaka til hesar kappingar.
Jonna Joensen verður fyrsti svimjarin sum fer i eldin i morginári. Hon skal svimja fimm kilometrar. Seinnapartin Kristi Himmarferðardag svimja Silas Dam Lindberg og Líggjas Joensen eisini fimm kilometrar.
Fríggjadagin 30. mai verður 3 km kappingin, har Bárður Ólavson, Sissal Rógvadóttir og Rebekka Róðinsdóttir skulu royna seg.
Leygardagin fyrrapart luttaka Føroyar í liðkapping.
Til ber at síggja skrá, úrslit og annað HER
Føroyski hópurin:
Jonna Joensen (2005, Ægir)
Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
Sissal R. Ellendersen (2010, SuSvim)
Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Silas Dam Lindberg (2008, HS)
Rókur í Jákupsstovu er venjari, og Annika Olsen er við sum ferðaleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald