Fótbóltur

Næstseinasta umfar: Sera týðandi dystur á Skála seinnapartin

EBS/Skála kann so gott sum tryggja sær FM í dag, tá KÍ er á vitjan til satt brak.

KÍ og EBS/Skála stríddust um FM á seinasta degi í fjør
(Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og EBS/Skála stríddust um FM á seinasta degi í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-23 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstseinasta umfar í Betri-deildini hjá kvinnum verður leikt í dag. Stórur spenningur er í oddinum, og FM kann so gott sum verða avgjørt í dag, og stríðið kann eisini gerast tættari.

KÍ skal til Skálar, har eitt slag av finalu er á skránni. Fyrr í ár hava liðini vunnu hvør sín dyst á heimavølli, og seinast tá liðini hittust, endaði tað við javnleiki.

Um EBS/Skála vinnur oddadystin í dag, skal nógv ganga galið fyri steypavinnaran, um FM ikki skal koma í hús annað árið á rað. Men um KÍ vinnur, er lagnan í hondunum á KÍ-kvinnunum undan seinasta umfarið, tá HB kemur á vitjan.

HB fer til Sarpugerði í dag fyri at fáa trý stig og nógv mál, so at tær hava ein møguleika á seinasta leikdegi. Fyri HB passar tað best, um KÍ fær fult á Skála. EBS/Skála er trý stig frammanfyri, hevur betri málúrtøku og hevur B68 á skránni í seiansta umfarinum.  

Eins og á Skála dystast tvey lið við sama stigatalið í Gundadali. B36 og B68 spæla fyri at sleppa undan niðasta plássinum. B68 vann sín fyrsta dyst í kappingarárinum fríggjakvøldið, tá ÍF/Víkingur var á vitjan. Liðini hava spælt javnt tvær ferðir í ár, B36 vann tann triðja dystin. 

Tað er heldur óheppið, at so týðandi umfar verður leikt týsdag klokkan 16.30. Tað ger tað als ikki betri, at tveir týðandi útsettir dystir í bestu mansdeildini verða leiktir í dag. Serliga gongur tað útyvir EBS/Skála, tí Skála og EB/Streymur spæla somu tíð. EB/Streymur hevur ógvuliga týðandi dyst í Sørvági.

19.umfar: 

Tórshavn
16:30
Skála
16:30
Norðragøta
16:30

 

 
1
 
18
14
2
2
72
14
+58
44
2
 
18
14
2
2
56
17
+39
44
3
 
18
13
2
3
70
17
+53
41
4
 
18
6
0
12
26
53
-27
18
5
 
18
1
2
15
11
72
-61
5
6
 
18
1
2
15
17
79
-62
5

Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder