2024-10-07 07:31
Hóast Mjølnir flongdi SÍ í triðja setti, so sigur tað ikki nógv um dystin í gjár, sum SÍ vann uttan himpr.
Eftir 25-14 í fyrsta setti, hevði SÍ ikki minni enn 15 settbóltar í øðrum setti, men tær í Mjølni vóru knáar hesa løtuna, tí tað var ikki fyrr enn við tí áttanda settbóltinum, at SÍ endiliga tryggjaði sær settið 25-16.
Góða gongdin hjá Mjølni helt fram, og SÍ fekk ein ordans avsmurning upp á 25-24 í næsta settinum.
SÍ kom tó aftur á beint í fjórða setti og legði seg á odda 10-3 áðrenn settið var vunnið 25-13.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
| Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
| Fleyr | 2 | 5 | 6 |
| SÍ | 2 | 5 | 6 |
| Mjølnir | 2 | 1 | 3 |
| TB | 2 | 0 | 3 |
| KÍF | 2 | -5 | 0 |
| Dráttur | 2 | -6 | 0 |
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald