Hondbóltur

Síða til føroyskar fjepparar í Oslo

Har sæst nær upphiting og afterparty eru, men eisini eru upplýsingar um strangan alkoholpolitikk í Noreg.

Í Berlin gekk vilt fyri seg. Tað fer tað helst eisini at gera í Oslo (Mynd: Sverri Egholm)

Í Berlin gekk vilt fyri seg. Tað fer tað helst eisini at gera í Oslo (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-07 10:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í næstu viku verða upp ímóti 6000 føroyingar í Oslo-økinum og fylgja føroyska manslandsliðnum í EM-endaspælinum.

Stuðlarnir Føroya Banki, Atlantic Airways, Wenzel og Effo hava gjørt eina heimasíðu á oslo.fo, sum savnar kunning til allar nógvu fjeppararnar.

Har sæst at upphitingarnar verða í tveimum støðum. Fríggjadag og týsdag verður tað í Carls, sum liggur tætt við miðbýin, og sunnudag verður tað upphiting í einari høll hjá Gateway Studio, sum liggur nærhendis Unity Arena Oslo, har dystirnir hjá Føroyum verða spældir.

Afterparty er eisini í hesari høllini hjá Gateway Studo, sum er fyrrverandi hangarur á niðurlagda flogvøllinum Fornebu.

Til upphitingina og afterparty spæla DJ Petur Háberg, RSP og Swangah.

Alkoholreglugerðin er strang í Noreg. Aldursmarkið fyri øl og vín er 18 ár og 20 ár fyri brenivín. Tað er ikki loyvt at drekka alkohol á almennum øki og hetta kann geva bót. Sagt verður at norska løgreglan er strang viðvíkjandi óskynsamum drukki, larmi og ófríði, serliga í miðbýnum eftir stórtiltøk.

Hinvegin verður tað rættiliga kalt at ganga úti í Oslo og mala hasar dagarnar. Hann sigur niður í sjey kuldastig í næstu viku.

Vitja oslo.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder