Í gjár tapti føroyska U21-landsliðið 2-1 á útivølli fyri Kroatia. Talan var um ein dyst, har Føroyar vóru væl við og kundi fingið stig.
– Vit iðra okkum um, at vit ikki fingu stig burtur úr. Avrikið var gott, spælararnir stríddust sera væl allan dystin, og vit høvdu nokk av støðum og møguleikum til at skora meira enn eitt mál. Vit manglaðu tann seinasta neyvleikan, og Kroatia hevði hepni og marginalarnar við sær.
Soleiðis sigur venjarin, Eyðun Klakstein við fsf.fo um dystin í Zagreb.
Beinir Nolsøe skoraði fyri Føroyar í yvirtíðini til 2-1. Kroatia hevði skorað uppá tvey brotsspørk frammanundan og var í yvirtali. Hetta var fyrsti U21-landsdystur hjá NSÍ-miðvallaranum.
Sí eisini:
U21-brotsspørk og reyð kort kostadu í Kroatia
Video: Føroyar royndu at knógva kroatum
FSF skrivar, at føroyski hópurin beinanvegin fer undir fyrireikingarnar til næstu uppgávu. Hon er á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 10. september klokkan 17:30, tá grikkar koma á vitjan.
Til hendan dystin eru Gullbrandur Øregaard, Noah Mneney og Elias Rusborg tó leikbannaðir. Fyrstnevndi fekk beinleiðis reytt kort eftir 73 minuttir í gjár, tá hann sum aftasti maður feldi frían kroata. Elias og liðformaðurin Noah fingu báðir gult kort og hava nú fingið ov nógv í undankappingini.
Noah Mneney er ógvuliga týðandi fyri U21-landsliðið, men hann er ikki tøkur til heimadystin móti Grikkalandi týsdagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í teirra stað hevur Eyðun Klakstein sent boð eftir Signari á Brúnni úr Víkingi, Emil Weihe Joensen úr EB/Streymi, og Markusi Hellisdal, sum spælir fyri Skála. Signar hevur verið á U21-landsliðnum fyrr í ár, umframt í fjør, meðan Emil og Markus eru nýggir í hesum høpi.
– Nú koma vit heim aftur til Føroya at fyrireika okkum til dystin ímóti grikkum. Vit gleða okkum til ta uppgávuna og hava gott mót um, at vit kunnu fáa okkurt burtur úr dystinum. Vónandi vera eisini nógvir áskoðarar at síggja í Klaksvík hendan dagin, og vit fara sjálvandi at gera okkara til, at vit fáa ein góðan dyst, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland fáast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald