Fótbóltur

Signe gjørt tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingini

Ein er í málinum, sum Eyðgerð Mikkelsen verjir hesaferð. Durita Hummeland og Malena Olsen úr KÍ byrja eisini inni hesaferð. Fyrsta bríksl í hitanum í Montenegro verður klokkan 15.30.

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at undan dystinum í dag hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen gjørt tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingi samanborið við dystin móti grikkum farna fríggjadag (Mynd: fsf.fo)

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at undan dystinum í dag hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen gjørt tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingi samanborið við dystin móti grikkum farna fríggjadag (Mynd: fsf.fo)

2024-04-09 14:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag klokkan 15:30 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Montenegro tekur ímóti á Gradski Stadion í Podgorica.

Tað eru nakað omanfyri 20 hitastig í montegrinska høvuðsstaðnum í løtuni. Helst fer tað ikki at ávirka ov nógv, uttan so at tað er heilt slavið. Føroyar spældu á Kreta fríggjakvøldið og hava eisini verið í Montenegro seinastu dagarnar.

Sí eisini: Montenegro tekur aftur ímóti seinnapartin

Talan er um annað umfar í undankappingini til EM 2025. Føroyar taptu tepurt fyri Grikkalandi fyri fýra døgum síðani.

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at undan dystinum í dag hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen gjørt tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingi samanborið við dystin móti grikkum júst farna fríggjadag.

Eyðgerð Mikkelsen verður í mál, og verjuna manna Jensa Tórolvsdóttir, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Durita Hummeland og Ásla Johannesen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Eyðvør Klakstein, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes og Heidi Sevdal, og fremst verður Malena Olsen.

Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Durita Hummeland og Ásla Johannesen (L) - Eyðvør Klakstein, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes og Heidi Sevdal - Malena Olsen

[object Object]
Durita Hummeland byrjar hesaferð inn í føroysku miðverjuni (Mynd: FSF)

Á bonkinum sita Valborg Østerø, Fridrikka Clementsen, Rebekka Benbakoura, Tórunn Højgaard Joensen , Tóra Mohr, Sanna Svarvadal, Lea Lisberg og Mona Rasmusdóttir.

Annar dysturin hjá Føroyum í hesari EM-undankappingini byrjar klokkan 15.30 og sæst á kvf.fo

Dagført: 15.11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder