
Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.
Sigurð er formaður í Tofta Talvfelag. Tá ið hann tók við leiðsluni fyri umleið fimm árum síðani, lá felagið í tungum sjógvi. Hølisviðurskiftini vóru ikki nøktandi, og fíggjarliga reið um snarið. Sigurð fór til verka í góðum treysti. Tøkini, ið tikin eru, hava munað væl, tí í dag er felagið væl fyri. Tað er ikki yvir at dylja, at Sigurð hevur verið mestsum einsamallur um at endurreisa felagið.
Við síni fryntligu medferð og heita hjartalag fyri Tofta Talvfelag er Sigurð tann upplagdi undangongumaðurin. Hann er savnandi og eggjandi. Hann skundar undir hinar at fáa teir at telva, og sjálvur gongur hann undan sum gott fyridømi, tí er ein talvkapping, so er Sigurð við, blíður og fyrikomandi og altíð við tí góða orðinum.
Slíkir menn eiga lívið í føroyskari telving, tí tvørrandi felagslív er ein avbjóðing hjá flest øllum talvfeløgum nú á døgum. Alt fleiri sita heldur heima við hús og telva á netinum, tað er so fittligt og ómakaleyst, men vandin er, at felagslívið fánar.
Elias og Petur ganga fram
Nýggi styrkilistin hjá altjóða talvsamgonguni FIDE var kunngjørdur 1 mai.
Á føroyska listanum kunnu nevnast tveir av okkara yngri telvarum, ið hava tikið seg nógv fram hesar seinastu vikurnar. Elias Petersen er farin úr 2043 upp í 2100, og Petur G. Magnussen er farin úr 1862 upp í 1920.
Hesir hava av sínum eintingum tað seinasta árið saman við øðrum verið uttanlands og telvað. Í næstum fara brøðurnir Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft at vera við í talvkapping í Spania. Tað er gleðiligt, at føroyskir telvarar royna at brýna seg í sterkum kappingum uttanlands. Tað er nakað, sum av álvara ger mun hjá tí, sum vil fram.
Í Føroyum eru gott og væl 400 virknir telvarar í ellivu ymsum feløgum. Á nýggja FIDE-listanum sæst, at Føroyar standa sum nummar 74 av í alt 201 limalondum. Tá er miðalstyrkitalið hjá fremstu tíggju telvarum í øllum londum roknað út.
Hesir eru okkara fremstu fimtan telvarar í løtuni.
Topp 15 - mai 2025
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2543
2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2380
3. IM John Arni Nilssen, Valby Skakklub 2348
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 2335
5. Rógvi Egilstoft, ST 2291
6. Martin Poulsen, HT 2276
7. IM John Rødgaard, Esbjerg Skakforening 2260
8. Ólavur Simonsen, KTF 2199
9. Jóan Hendrik Andreasen, Brønshøj Skakforening 2192
10. Flóvin Tór Næs, Faxe Skakklub 2177
11. Olaf Berg, HT 2172
12. Carl Eli Samuelsen, HT 2167
13. Rógvi W. Rasmussen, Kristineberg Schackklub 2159
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2159
15. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2152
Landsliðið í eldin í heyst
Føroyska talvlandsliðið hevur stórar avbjóðingar í heyst.
EM-stevnan fyri landslið verður í Georgia í oktober, og smálandakappingin verður í Kýprós í november.
Talvsambandið fer í næstum at viðgera spurningin. Miðað verður eftir at luttaka í báðum kappingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald