Annað

Silvurdeildin: Fyrsti dysturin á Sandi byrjar klokkan 19

Føroyar skulu í kvøld royna at koppa Norðurmakedónia. Dysturin sæst á Rás 1 hjá Televarpinum.

Vónandi fær føroyska liðið, við nýggjum italskum venjara, nógv at fegnast um í kvøld (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Vónandi fær føroyska liðið, við nýggjum italskum venjara, nógv at fegnast um í kvøld (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2025-06-06 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti var 1. umfar í Lettlandi - hetta vikuskiftið eru Føroyar vertir fyri 2. umfari í Silver League 2025 hjá kvinnum.

Tað eydnaðist Føroyum at vinna eitt sett fyri einari viku síðani. Tað eydnaðist ikki í nøkrum av teimum seks dystunum í kappingini í fjør.

Hetta vikuskiftið liggja á pappírinum størri møguleikar í dystinum móti Norðurmakedónia, sum vitjar í kvøld.

Les eisini: Føroyar spæla spennandi dystir á Sandi um vikuskiftið

Allir dystirnir verða spældir Inni í Dal á Sandi.

Televarpið vísir Silver League dystirnar hjá A-landsliðnum hjá kvinnum í flogbólti, sum verða spældir í Føroyum um vikuskiftið 6.-8. juni.

Skráin: 
Í kvøld 6. juni kl. 19.00: Norðurmakedónia - Føroyar (R1
Leygardagin 7. juni kl. 17.00: Eysturríki - Norðurmakedónia (verður vístur á R2)
Sunnudagin 8. juni kl. 17.00: Føroyar - Eysturríki (verður vístur á R1)

Føroyski hópurin:
Jóhanna B Christiansdóttir
Maria Theresa Vitalis
Sharon Haynes
Ása Thorkilshøj
Elisabet Norðoy Vilhelmsen
Ingibjørg Muller
Sirið Samson
Hanna Andriasdóttir
Anja Danielsen
Karin Joensen
Henrikka W Jacobsen
Sesilia Prior
Jakobina Joensen
Helena S Hansen

[object Object]
Gólvið er klárt á Sandi - og tað er føroyska liðið eisini (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder