Fótbóltur

Sjey dystir í Premier League í dag

Meistararnir skulu í eldin í fyrsta dystinum.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-15 11:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sjey dystir verða spældir í Premier League í dag, har fyrsti dysturin er á Etihad Stadium í Manchester, har Manchester City fær vitjan av Everton.

Manchester City eru dotnir niður á 2. pláss, eftir at teir taptu móti Chelsea á Stamford Bridge. Hetta var fyrsta tapi hjá meistarunum í ár, men tað var nokk til at liverpool yvirhálaði teir bláu úr Manchester. Everton vóru í einum góðum stima áðrenn teir taptu í yvirtíðini móti grannunum úr Liverpool, og síðani tá er tað einans blivið til tveir javnleikir. Felagið liggur tó á 7. plássi í Premier League, sum merkir, at teir í løtuni eru teir bestu av “restini”, t.v.s. av teimum, sum ikki verða mett at verða millum seks tey stóru feløgini í deildini.

Tottenham, sum liggur á triðja plássi, fær vitjan av Burnley. Tottenham hevur aldrin fyrr havt eina so góða byrjan uppá eitt kappingarár, og hava vunnið 4 av seinastu 5 dystunum. Burnley liggja í tunga endanum í deildini, og eru bert 2 stig frá niðurflyting. Teir hava bert megnað 4 stig av seinastu 15 møguligu.

Ein dystur er millum tvey lið í topp 10, tá Wolverhampton á 10. plássi fær vitjan av Bournemouth, sum liggur á 8. plássi. Bæði liðini hava fingið framúr góða byrjan á kappingarárið, har Wolves hava staðið seg nógv betri enn væntað verður av einum uppflytara, meðan Bournemouth verða mettir at hava millum vandamiklastu álop í deildini.

Dystirnir, sum verða leiktir í dag eru:

Kl. 12:30

Manchester City – Everton

Kl. 15:00

Crystal Palace – Leicester City

Huddersfield Town – Newcastle United

Tottenham Hotspur – Burnley

Watford – Cardiff City

Wolverhampton Wanderers – AFC Bournemouth

Kl. 17:30

Fulham – West Ham United

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder