Fótbóltur

Skelkur í Gundadali

ÍF var á odda 3-1 móti B36, og tað endaði 3-3. Fyrsta stigið hjá ÍF og fjórði Betrideildardysturin á rað uttan sigur hjá Dan Brimsvík og hansara monnum - HB vann 3-0 í Sørvági.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-29 20:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 7. umfari í Betrideildini byrjaðu klokkan 18. Tað má sigast, at tað gongur hvør sín veg hjá havnarfeløgunum undan stóru grannauppgerðina sunnudagin.

Tað var ókeypis atgongd í Gundadali, har botnliðið vitjaði. Áskoðararnir trúðu nóg illa sínum eygum, tá ÍF eftir ein minutt legði seg á odda eftir stórt verjumistak frá kroysta Andriasi Eriksen.

B36 er kroyst, og hóast heimaliðið javnaði í 8. minutti, so sló danin Kasper Sommerstedt til aftur stutt seinni, tá stríðsfúsa og ágangandi liðið hjá Jákup Martini Joensen revsaði enn eitt B36-mistak.

Vanlukkan tyktiskt fullfíggjað í 33. minutti, ta Jhon Mena til 1-3 eftir gott kontraálop. Ráðaleysur B36’arar men teir fingu tó bjargað seg eitt stig við málum beint fyri og beint eftir steðgi. Har var ikki talan um gott verjuspæl hjá ÍF, men annars førdi eitt sterkt útiavrik til fyrsta stigið hjá fuglfirðingum í ár.

Hinvegin eru fleiri og størri spurnartekin um B36. FM var málið, men liðið er uttanfyri topp-fýra og hevur ikki vunnið seinastu fýra landskappingardystirnar.

HB til Havnar aftur við trimum stigum
Í Sørvági sigraði HB. 0-3 sigur ikki alla søguna, men útiliðið hevði nógv meira skerpni og vardi eisini nógv betri.

Liðið hjá Adolfo Sormani tók av, tvær ferðir man fekk nógv pláss í 1. hálvleiki: Fyrst og síðst í hálvleikinum. Fyrrverandi 07 Vestur-bakkurin Mathias Voss legði HB á odda, og ungi miðvallarin Eivind Restorff Mouritsen, ið tekur seg nógv fram, skoraði tvær ferðir i Sørvági.

07 Vestur hevði bóltin heilt fitt, men skapti ikki teir stóru málmøguleikarnir - burdu helst fingið eitt brotsspark í 2. hálvleiki men HB vann uppiborið.

B36 - ÍF 3-3 (2-3)
2' Kasper Sommerstedt 0-1
8' Vilmer Johannes Rønnberg 1-1
12' Kasper Sommerstedt 1-2
33' Jhon Mena 1-3
45' Bjarki Nielsen 2-3
48' Marius Kryger Lindh 3-3

07 Vestur - HB 0-3 (0-2)
3' Mathias Voss 0-1
44' Eivind Restorff Mouritsen 0-2
90+1' Eivind Restorff Mouritsen 0-3

Skála - B36 (Byrjaði kl. 19)
NSÍ - Víkingur (Byrjaði kl. 19)

Týsdagin 30. apríl
EB/Streymur - KÍ (18:00)

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 18 stig
2. HB 18 stig*
3. KÍ 12 stig
4. NSÍ 12 stig
5. 07 Vestur 11 stig*
6. B36 11 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 4 stig
9. B68 1 stig*
10. ÍF 1 stig*

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder