Fótbóltur

Skulu royna at reisa seg í Lettlandi í kvøld

Føroyar spæla um triðja plássið í Baltic Cup klokkan 17 - tríggjar dagar eftir greiða tapið í Estlandi.

Føroyska venjaratoymið og føroysku spælararnir fingu roynt ymiskt, sum riggaði fyrsta partin av dystinum í Estlandi - teir skulu tó finna nakað øðrvísi fram, ið mun til restina av dystinum vísti (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyska venjaratoymið og føroysku spælararnir fingu roynt ymiskt, sum riggaði fyrsta partin av dystinum í Estlandi - teir skulu tó finna nakað øðrvísi fram, ið mun til restina av dystinum vísti (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-06-11 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1-0 til Føroyar, ið sóu út til at hava tamarhald á dystinum og eisini burdu økt. Men hetta broyttist skjótt í Tallinn, har heimaliðið av álvara tók yvir. Stór persónlig mistøk og eitt savnað keðiligt avrik í eini 55 minuttir kostaðu eitt 4-1 tap móti Estlandi.

Sí eisini: Endaði við eyðmýking í Estlandi

Tað er landið, ið liggur á 123. plássi í FIFA-styrkislistanum. Hetta eru bert tíggju pláss frammanfyri Føroyar, ið gamaní spælir uttan fleiri av føstu monnunum. Hetta eigur at merkjast. Estland hevði tó eisini fleiri broytingar á liðnum, í mun til síðsta kappingardyst. Gongdin hjá Estlandi hevur ikki verið góð seinastu tíðina, men so var tað eyðsæð eitt hóskandi tíðspunkt, at Føroyar komu á vitjan.

[object Object]
Petur Knudsen legði Føroyar leygardagin eftir innlegg frá Hanusi Sørensen. Hetta var føroyska ljóspunktið í greiða tapinum í Tallinn. Hetta var fyrsta landsliðsmálið hjá Peturi, sum á hesum túrinum sleppur at vísa seg meira enn vanligt (Mynd: Hans Erik Danielsen /FSF)

Nakrir spælarar hava givið avboð til landsliðið hesaferð - fleiri eru skaddir. Nakrir aðrir fáa í dag ein nýggjan møguleika at vísa seg. Sum dysturin leið í Estlandi, kundi heilt fáir vísa á, at teir spældu á sínum miðalsstigi og einum nøktandi stigi á degnum. Helst fáa nógvir nýggjar minuttir í dag, meðan aðrir, ið spældu lítið ella einki í Estlandi, sleppa framat.

Føroyar og Lettland spæla altíð tættar dystir. Seinast í Nations League í 2020, har liðini tvær ferðir spældu 1-1. Liðini skulu aftur spæla í tí kappingini í heyst.

Baltic Cup 2024 - venjingarkapping
Dystur um 3. plássið, í dag 11. juni
17.00: Lettland - Føroyar

Kringvarpið vísir dystin

Les eisini: Sættu ferð móti Letltlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder