Fótbóltur

Skulu upp á minst tvey stig eftir 2. umfar

Føroyar spæla vanliga javnar dystir móti Lettlandi. Dysturin í Riga byrjar klokkan 17 føroyska tíð - Portalurin fylgir gongdini.

Andrias Edmundsson og hinir til venjing á grasinum í Riga í gjár. Miðverjin av Toftum er nú týðandi spælari hjá Føroyum og verður ein av mongum - møguliga ellivu - sum fær endurval í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson og hinir til venjing á grasinum í Riga í gjár. Miðverjin av Toftum er nú týðandi spælari hjá Føroyum og verður ein av mongum - møguliga ellivu - sum fær endurval í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-10 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga, Lettland (Portalurin): Kann man endurskapa nakað, sum var fyri sløkum átta árum síðani? Møguleikin er so har í Riga í kvøld, tí Føroyar spæla á júst sama leikvølli sum 7. oktober 2016.

Tá skoraðu Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad føroysku málini í einum av fáu útivallarsigrunum í kappingardystum. Av teimum sum eru við nú, spældu Viljormur Davidsen, Sølvi Vatnhamar og René Shaki Joensen eisini tann dagin, og var síðstnevndi við í fyrra málinum.

Tað seinna skoraði Jóan Símun hegnisliga eftir flott upplegg frá Halli Hansson. 33-ára gamli toftamaðurin, nú við 90 A-landsdystum, segði við Portalin í gjár, at tað er gott at vera aftur á Skonto leikvøllinum: Jaligar kenslur, og tað er tað, sum spælararnir nú vilja: At føroyska fjøldin veruliga fær fyri landsliðnum aftur eftir eina heldur tunga tíð.

Sí video: Jóan Símun Edmundsson: - Alfa og omega er at fáa Føroya fólk (Video)

Sí eisini: 
Sølvi Vatnhamar: - Landsliðið hevur tørv á viðvindi og at fáa fólk við

Landsliðsvenjari og liðformaður vildu ikki tosa so nógv um stig í gjár - avrikið er í miðdeplinum, og so koma úrslitini, søgdu Viljormur Davidsen og Håkan EricsonSpælarar og venjarar viðurkenna eisini týdningin av at fáa stig móti júst Lettlandi, og tað er eingin ivi um, at her er góður møguleiki hjá Føroyum at  byggja á 1-1 javnleikinum móti Norðurmakedónia. Gamaní taptu Føroyar venjingardyst í Lettlandi í juni (1-0), men hava ongantíð tapt kappingardyst móti lettum, ið taptu 4-1 í Armenia leygardagin.

Sí eisini: 
Myndir: Landsliðið leitar eftir sterkum avriki í Lettlandi
Skulu royna eftir sigrinum í Riga

Lettland og Føroyar eru ávikavist nummar 137 og 138 á FIFA-styrkislistanum. Lagt er av álvara upp til tættan dyst í Riga. Hann kann verða lykilin til at halda plássinum í Deild C, sum er umráðandi til næstu Nations League kapping. 

Håkan Ericson vil einki siga um liðið, men tað verður helst júst tann sama byrjanaruppstilling sum móti Norðurmakedónia. Allir 24 spælararnir í hópinum eru tøkir. Ein skal vera uttanfyri dystarhópin - móti Lettlandi var tað Pætur Petersen.

Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum. Kringvarpið vísir dystin í kvøld

Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar - í dag, týsdagin 10.09
17.00: Lettland - Føroyar 

Støðan:
1. Armenia 3 stig
2. Norðurmakedónia 1 stig
3. Føroyar 1 stig 
4. Lettland 0 stig 

Fleiri føroyskir áskoðarar vera til dystin í kvøld - sí samrøðu við ein teirra her: (Video) - Seks ungir lesandi føroyingar stuðla í Lettlandi

Sí eisini: 
Jóannes Kalsø Danielsen: - Royndirnar í Evropa eru gull verdar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder