Hondbóltur

Slovenski venjarin gleðir seg til føroysku fjøldina

Slovenia var við til at seta nýtt málmet, í fyrsta umfari av endaspælinum, og vónar venjarin, Uroš Zorman, at slovenska verjan fer at standa seg betur ímóti føroyingum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-19 17:08 Author image
Tormóður Petursson Djurhuus
placeholder

Slovenia og Føroyar møtast í síðsta umfari av bólkaspælinum, í einari sannari bólkafinalu.

Slovenia hevur, við tveimum sigrum, tryggja sær luttøku í millumspælinum, meðan Føroyar enn ikki eru tryggjaðar. Um Føroyar vinna ella leika javnt, so merkir tað víðari luttøku, meðan eitt tap krevur hjálp frá Montenegro, ið spælir ímóti Sveis.

Les meira: Føroyar kunnu spæla seg víðari við stigi móti Slovenia týskvøldið

Slovenia hevur spælt tveir sera málríkar dystir og hevur oddaliðið í bólkinum latið heili 75 mál inn. Uroš Zorman vónar, at slovenar kunnu tetta lekan, tá ið teir møta Føroyum.

Slovenia og Føroyar leiktu eisini til síðsta EM endspæl, í Berlin, og gleðir slovenski skiparin seg til aftur at hitta føroysku fjøldina.

Føroyar og Slovenia møtast í morgin, klokkan 19:30, føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder