Fótbóltur

So er longu landsliðssteðgur - byrja aftur 2. páskadag

B36 og Víkingur hava fult stigatal fyri tvey umfør. Eftir dystirnar í dag er tað bert ÍF, sum einki stig hevur. Her er eitt stutt yvirlit yvir 2. umfar og støðuna í Betrideildini.

Andrass Johansen og Jann Benjaminsen skulu í morgin við A-landsliðnum, sum hevur venjingarlegu og venjingardystir á skránni. Teir og liðfelagrnir í B36 hava vunnið báðar dystirnar í mars - tann seinni var móti KÍ í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Andrass Johansen og Jann Benjaminsen skulu í morgin við A-landsliðnum, sum hevur venjingarlegu og venjingardystir á skránni. Teir og liðfelagrnir í B36 hava vunnið báðar dystirnar í mars - tann seinni var móti KÍ í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-17 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betrideildin 2. umfar
Í dag - Sunnudagin 17.03:

EB/Streymur - B68 1-1 (0-1)
27' Villiam Emil Klein 0-1
56' Tóki Johannesen 1-1

Reytt kort: Fríði í Túni Petersen, B68 ('45)


Sí myndir her

ÍF - 07 Vestur 0-1 (0-1)
39' Filip Brattbakk 0-1

Les eisini: 
Filip Brattbakk tryggjaði 07 Vestur fyrstu stigini

Í gjár - leygardagin 16.03
NSÍ - Skála (3-1)
16' Petur Knudsen (Steffan Løkin) 1-0
27' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 2-0
65' Djóni Jansson Petersen 2-1
69' Petur Knudsen 3-1

Les eisini: Petur og NSÍ syftu Skála

B36 - KÍ 2-0 (0-0)
80' Anton Sjøberg 1-0
90 (+3)' Anton Sjøberg 2-0

Reytt kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ ('90) - tvey gul

Sí eisini: 
Nýggi maðurin hjá B36 gjørdi bart móti KÍ
Myndir: B36 tamdi trífaldu føroyameistarunum
B36 er av álvara stemplað inn

Fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Sí eisini: 
Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi
Víkingur feldi HB við hornaspørkunum
Myndir: Víkingur - HB

[object Object]
Víkingarnir fegnast eftir mál móti HB í 2-1 sigrinum í Sarpugerði fríggjakvøldið. Teir hava fult stigatal fyri tvey umfør. Arnbjørn Svensson og Sølvi Vatnhamar skulu nú við A-landsliðnum, meðan Atli Gregersen skal við U21-landsliðnum - sum hjálpavernjari (Mynd: Sverri Egholm)

Støðan eftir tvey umfør:
1.B36 6 stig 
2.Víkingur 6 stig 
3.KÍ 3 stig 
4.NSÍ 3 stig 
5.Skála 3 stig 
6.HB stig 3 
7.07 Vestur 3 stig
8.EB/Streymur 1 stig
9.B68 1 stig
10.ÍF 0 stig

Betrideildin verður tikin uppaftur 2. páskadag, mánadagin 1. apríl. Tá eru dystirnir hesir:

 [object Object]

Mynd: Fótbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder