Fótbóltur

So gekk tað ikki longur hjá Molde

Hetta var síðsta norðurlendska liðið, sum varð sligið út úr evropeisku kappingunum 2023/2024. Molde, ið tapti í Føroyum í august, endaði við 3-0 tapi fyri Club Brügge í Conference League 1/8-finalu.

Odmar Færø og hinir høvdu leingi gott tamarhald á Molde, hvørs evropeiska kappingarár júst er endað (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø og hinir høvdu leingi gott tamarhald á Molde, hvørs evropeiska kappingarár júst er endað (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-15 22:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú eru bert átta lið eftir í Champions League, átta lið í Europa League og átta lið í Conference League. FCK varð sligið út úr Champions League í síðstu viku, og í gjár gjørdist seinasti dagur hjá Molde í evropeisku kappingunum í 2023/2024.

Norska felagið var tað seinasta norðurlendska liðið, ið var eftir. Liðið vann annars á 2-1 á Club Brügge í fyrru áttandapartsfinaluni á Aker leikvøllinum, men í Brüssel var heimaliðið væl omaná og vann 3-0. Danin Andreas Skov Olsen skoraði tvey av málunum.

[object Object]
Andreas Skov Olsen í landsdysti móti Føroyum í 2020. Hann verður tó ikki við hesaferð vegna ein snudd, sum hann fekk í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Molde megnaði í august at basa KÍ í 3. umfari í Champions League, hóast KÍ var á odda eftir fyrra dystin, og Luc Kassi var nær við at avgera alt á Aker leikvøllinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Les eisini: Nú koma risauppgerðirnar

Molde FK spældi í august tveir spennandi dystir móti KÍ í 3. umfari í Champions League. Føroyameistararnir vunnu 2-1 á Tórsvølli - serliga takkað tveimum frálíkum málum frá Árna Frederiksberg - og tað fór út í longda leiktíð í Molde.

Har var heimaliðið omaná. Norska liðið tapti fyri Galatasaray í play-off umfarinum, og endaði harvið í bólkaspælinum í Evropa League. Har endaði liðið hjá Erling Moe frammanfyri BK Häcken, men triðja plássið var ikki nóg mikið at koma víðari.

[object Object]
Næstan alt á gosi á Tórsvølli, tá Arni Frederiksberg og KÍ vann fyrra dystin á Molde í Champions League (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Molde endaði í Conference League, har tað í februar endaði við flottum samanløgdum 6-2 sigri á Legia úr Póllandi - kappingin í Noreg er eisini framvegis í vetrarfrí. Hetta var í "knockout play-off umfarinum". Nú rakk tað so ikki longur.

Í evropeisku kappingunum er tó framvegis eitt lið eftir, sum KÍ hevur spælt ímóti hetta evropeiska kappingarárið (2023/2024). Talan er um franska stórfelagið Lille, ið ikki megnaði meira enn málleysan javnleik á Tórsvølli í oktober og varð bjóðað av á heimavølli í desember. Lille skal royna seg móti Aston Villa í fjórðingsfinalunum í Conference League.

[object Object]
Lille vitjaði ein rákaldan føroyskan heystardag í oktober í fjør og fekk lítið burturúr (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder