Fótbóltur

Soleiðis hittast liðini í Europa League

Malmø skal dystast móti ríkmannafelagnum Chelsea.

Sevilla við Europa League steypinum

Sevilla við Europa League steypinum

2018-12-17 14:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lutakastið til fyrsta knock-out umfar í Europa League varð hildið fyrr í dag.

32 lið eru við í kappingini, og hetta háttaði seg soleiðis, svenska Malmø, skal dystast móti ovurríka Chelsea. Spanska Sevilla, sum hevur vunnið kappingina fimm ferðir, skal spæla móti italska Lazio.

Enska stórliðið Arsenal skal spæla móti hvítarussiska BATE Borisov, portugisiska Porto skal spæla móti spanska Villarreal, meðan turkisku Galatasaray spæla móti portugisisku Benfica.

Liðini vóru trekt soleiðis:

Viktoria Plzeň (Tjekkia) v Dinamo Zagreb (Kroatia)
Club Brugge (Belgia) v Salzburg (Eysturríki)
Rapid Wien (Eysturríki) v Internazionale (Italia)
Slavia Praha (Tjekkia) v Genk (Belgia)
Krasnodar (Russland) v Leverkusen (Týskland)
Zürich (Sveis) v Napoli (Italia)
Malmö (Svøríki) v Chelsea (Ongland)
Shakhtar Donetsk (Ukraina) v Eintracht Frankfurt (Týskland)
Celtic (Skottland) v Valencia (Spania)
Rennes (Frakland) v Real Betis (Spania)
Olympiacos (Týskland) v Dynamo Kyiv (Ukraina)
Lazio (Italia) v Sevilla (Spania)
Fenerbahçe (Turkaland) v Zenit (Russland)
Sporting CP (Portugal) v Villarreal (Spania)
BATE Borisov (Hvítarussland) v Arsenal (Ongland)
Galatasaray (Turkaland) v Benfica (Portugal)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder