Eitt undirhaldandi, spennandi, inntenst og dramatiskt miðumfar, við nógvum sveiggjum í serliga bólkinum í Svøríki, kom at enda í gjárkvøldið.
Seinastu dystirnir, har vertirnir úr Svøríki og Danmark vunnu stórt á ávikavist Sveis og Noreg høvdu sum so ikki nakað serligt at siga. Mest fyri at staðfesta hvør skuldi spæla ímóti hvørjum í hálvfinalunum, ið verða í Herning fríggjakvøldið.
Sí yvilit niðanfyri
Fyri Týskland, Ísland og Kroatia var talan um stóran dag í gjár, meðan tað serliga var vónbrot hjá svium og fraklendingum.
Les eisini: Ísland í sínari fyrstu EM-hálvfinalu í 16 ár
Tað háttaði seg so, at Ísland og Danmark skulu spæla hálvfinalu ímóti hvørjum øðrum. Ferfaldu heimsmeistararnir eru í favorittleiklutinum á heimavølli, nú danir jagstra EM-krúnuna eisini. Tað er á pappírinum tættari millum Týskland og Kroatia.
EM 2026 - miðumfar
Tvey lið komu víðari úr hvørjum bólki
Bólkur 1 - Herning:
Støðan:
1. Danmark 8 stig
2. Týskland 8 stig
-----------------
3. Portugal 5 stig *
4. Frakland 4 stig
5. Noreg 3 stig
6. Spania 2 stig
Bólkur 2 - Malmö:
Støðan:
1. Kroatia 8 stig
2. Ísland 7 stig - betri innanhýsis enn Svøríki
--------------------
3. Svøríki 7 stig *
4. Slovenia 4 stig
5 Ungarn 2 stig
6. Sveis 2 stig
EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 29. januar 2026 - Jyske Bank Boxen
16.45: Týskland - Kroatia (RÚV, TV2 Sport/TV2 Play
19.30: Danmark - Ísland (RÚV, TV2/TV2 Play)
* Fyrr um dagin, klokkan 14, spæla Portugal og Svøríki um 5. plássið í endaspælinum. Hetta kann millum annað hava týdning fyri styrkismeting frameftir
Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen: - Tað er deiligt at hava størri leiklut
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald