Føroysku menninir vunnu 34-27 á heimavølli í fyrra dystinum móti Norðurmakedónia, men HM-dreymurin brast eftir stórt átta-máls tap í Skopje.
Boris Trajkovski leikhøllin er kend sum ein av teimum truplaru útivøllunum í Evropa, og føroysku spælararnir megnaðu ikki at standa móti trýstunum - hvørki frá áskoðarunum ella frá norðurmakedónska liðnum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu tosaði millum annað um, hvussu stórt vónbrot tað var ikki at røkka HM-endaspælinum tá, tá vit tosaðu við føroyska spælskiparan í síðstu viku:
Elias: Økslin hevur tað betri og betri fyri hvønn dag
Elias Ellefsen á Skipagøtu vísir sína øði eftir tapið í Skopje, sum kostaði Føroyum HM-luttøkuna (Mynd: Sverri Egholm)
Norðurmakedónia kom til HM-endaspælið við samanløgdum 62-61 sigri. Tá tað er so tætt, so eru tað marginalar í báðum dystunum, sum telja. Og eitt sum fylti í serliga seinna hálvleiki og eftir dystin í Skopje, vóru turkisku dómararnir
- Vit verja og spæla als ikki nóg væl í dag, men tað eru fleiri dømingar, sum ikki fella okkara veg.
Hetta varð millum annað sagt eftir tunga tapið. Orðið "snýttir" varð ikki sum so ikki nýtt alment, men at siga, føroyingar vóru ónøgdir við dømingina hjá Kursad Erdogan og Ibrahim Özdeniz er ikki at gera ov nógv av.
![]()
![]()
Norðurmakedónia hildu ikki aftur í nærdystunum og fóru ofta um markið...
... og føroyingar vóru ónøgdir (Myndir: Sverri Egholm)
Harðir nærdystir og skitnar takklingar vóru at síggja frá heimaliðnum - nógv varð órevsað - og sum fráleið slapp Norðurmakedónia at spæla longri og longri álop. Tað bar eisini av, tá venjarin Kiril Lazarov javnan í 2. hálvleiki slapp at standa nakað inni á vøllinum og partvíst órógvað føroyska høgra bakkin.
![]()
Besti norðurmakedónski spælarin í søguni er nú venjai - men hann var fitt inni á vøllinum til dystin móti Føroyum í Skopje (Mynd: jn.fo)
Øll hesi tingini ávirkaði føroyingar, men tað væl betra liðið á degnum koyrdi á og kom til HM.
Nú snýr tað seg um fyrsta dystin í EM-endaspælinum 2026. Turkararnir Erdogan og Özdeniz døma aftur føroyska liðið, sum á ymsan hátt er komið víðari.
Føroyar og Sveis spæla klokkan 19.30 føroyska tíð. Upptakt verður á FM1 klokkan 11 og aftur klokkan 16 - á Portalinum verður beinleiðis bloggur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald