EM-luttøkan hjá Føroyum var av fyri níggju døgum síðani. Men stutt er millum endaspølini, og skjótt skulu føroysku menninir hugsavna um at spæla seg til næsta HM-endaspæl.
Tað verður í Týsklandi í januar 2027. Manslandsliðið hevur ikki verið til HM áður, meðan kvinnurnar fyrr í vetur spældu sítt fyrsta HM í júst Týsklandi
Sí eisini: Føroyingar kendu ikki sína vitjunartíð í Oslo - men tíðin kemur aftur
Av tí at Føroyar vóru við í EM-endaspælinum og har endaðu sum nummar trý í sinum bólki í Oslo, so er liðið beinleiðis víðari til triðja part av HM-undankappingini.
Talan er um play-off umfarið: Røkkstøkk dystir í mai.
Eins og tað var móti Týsklandi í 2022 og Norðurmakedónia í 2024, so er talan um ein heimadyst og ein útidyst, har samanlagdi vinnarin spælir seg til heimsmeistaraheitið.
Seinast HM-undankappingardystir vóru, taptu Føroyar samanlagt við einum máli móti Norðurmakedónia. Átta-máls tap í Skopje eftir sjey-máls sigur á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
Styrkismeting kann geva stóar fyrimunir fyri Føroyar
Í mun til undanfarnu upplivingar í hesum umfarinum, so sær út til, at Føroyar verða styrkismettar.
Hóast tað eru undir tvey samdøgur til lutakastið, so hevur Hondbóltssamband Føroyar tó framvegis ikki fingið endaliga váttan uppá hetta frá evropeisku hondbóltssamgonguni.
Frakland, Slovenia, Noreg, Ungarn, Spania og Sveis verða í øllum førum styrkismett. Talan er um tey seks londini, sum eru farin úr EM-kappingini eftir miðumfarið.
Síðani verða fýra av hesum seks styrkismett eisini:
Føroyar, Norðurmakedónia, Niðurlond, Eysturríki, Kekkia og Italia
Av hesum endaðu Føroyar hægstar í EM-endaspælinum(nummar 13 av 24), og hava samanlagt hægri styrkismeting enn Italia, umframt eru javnir við Kekkia.
Hini tíggju londini í røkkstøkk-umfarinum verða samanløgdu vinnararnir av hesum dystunum í mars:
Bosnia & Herzegovina - Kosovo
Georgia - Ísrael
Ukraina - Slovakia
Serbia - Litava
Pólland - Lettland
Turkaland - Rumenia
Grikkaland - Belgia
Finnland - Montenegro
Hesi verða øll "ikki-styrkismett". Harvið sleppa Føroyar í øllum førum undan londum sum Fraklandi, Slovenia, Noreg og Spania, um man verður styrkismettur.
Í so fall má sterkast gjørliga mótsstøðan metast at vera Pólland ella Serbia
Lutakastið til HM røkk-støkk umfarið verður leygardagin klokkan 14 føroyska tíð og kann stroymast her. Meira í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald