Annað

St Joseph's við fyri bert aðru ferð

Mótstøðuliðið hjá B36 hevur ikki nógvar royndir í evropeiskari kapping.

St Joseph's fekk oyruni í maskinuna í fyrstu roynd síni í evropeiskum fótbólti í fjør

St Joseph's fekk oyruni í maskinuna í fyrstu roynd síni í evropeiskum fótbólti í fjør

2018-06-28 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 19.00 hittast B36 og St Joseph's í Gundadali í Preliminary Round í Evropa League. B36 verður mettur at vera favorittur av veddingarfyritøkunum og ørðum. Og hetta er ikki løgið.
 
Mótstøðuliðið hjá Jákup á Borg og hansara monnum í kvøld, er bert við í Evropa fyri aðru ferð í søgu felagsins. Í fjør var fyrstu ferð, at liðið luttók i evropeiskari kapping. Tað var ikki nøkur góð byrjan. St Joseph's tapti heili 10-0 samanlagt fyri AEL Limasol av Kýpros í fyrsta undanumfarið í Evropa League.

St Joseph's endaði nummar trý farna kappingarár í fremstu deildini á Gibraltar. Liðið hevur vunnið fremstu deildina eina ferð. Tað var í 1995/1996. St Joseph's hevur vunnið steypakappingina átta ferðir. Seinast var í 2013.

Eina ferð áður hevur føroyskt lið leikt ímóti liðið av Gibraltar. Tað var í 2014, at HB vann 6-3 samanlagt í Champions League móti Lincoln Red Imps. Í kvøld eru tað grannarnir B36, ið skulu royna seg  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder