
Fimm dystir í 2. umfari í Betrideildini verða spældir seinnapartin.
EB/Streymur og FC Suðuroy spæla sínar fyrstu dystir - ætlaði dysturin millum liðini í seinastu viku varð útsettur vegna veður. Fyri FC Suðuroy verður dysturin á Toftum klokkan 16 tann fyrsti hjá felagnum í Betrideildini á egnum beinum í tíggju ár.
Áugaverdar uppgerðir eru klokkan trý. Ein "topp-fimm" dystir verður í Gundadali, har FM-favorittarnir úr Klaksvík vitja.
Klokkan 17 verður heilt stóri dysturin í umfarinum, tá føroyameistararnir taka ímóti avbjóðarunum úr NSÍ. Har kann man gerast væl klókari uppá bæði Víking og NSÍ, sum høvdu heilt ymiskar upplivingar í 1. umfari.
2. umfar í Betrideildini hjá monnum
Sunnudagin 16.03
15.00:
B36 - KÍ
07 Vestur - HB
EB/Streymur - TB
16.00: B36 - FC Suðuroy
17.00: Víkingur - NSÍ
Støðan eftir 1. umfar:
1. KÍ 3 stig
2. NSÍ 3 stig
3. HB 3 stig
4. Víkingur 1 stig
5. TB 1 stig
6. FC Suðuroy 0 stig *
7. EB/Streymur 0 stig *
8. B36 0 stig
9. B68 0 stig
10. 07 Vestur 0 stig
Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum. Televarpið vísir allar dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald