Hondbóltur

Stórspælandi Jana Mittún í dramatiskum dysti í Fraklandi

Føroyingurin varð toppskjútti og dagsins spælari við átta málum í European League-league javnleiki. Dijon fekk eitt stig við máli í síðsta minutti - sum dómarin skoraði.

Jana Mittún og VIborg gera vart við seg í European League-bólkaspælinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún og VIborg gera vart við seg í European League-bólkaspælinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-19 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrar tímar áðrenn lítlibeiggi hennara spældi ein framúrskarandi endaspælsdyst fyri Føroyar, var Jana Mittún besti spælarin í European League-dysti í Fraklandi.

Sí eisini: Video: Óli: - Stórt og torført at seta orð á - men vit royna

Viborg spældi í Dijon í 2. umfari í bólkaspælinum. Talan er um eitt av bestu liðunum í fremstu fronsku deildini.

Kviki og effektivi føroyingurin gjørdi av álvara vart við seg. Jana hevði tíggju skot í dystinum og skoraði átta mál.

Umframt hetta legði toppskjúttin upp og gav Dijon-verjuni høvuðbrýggj á ymsan hátt.

[object Object]
Jana Mittún varð dagsins kvinna í Dijon (Mynd: EHF)

Tað eydnaðist tó ikki 22-ára gomlu hoyvíkskvinnuni og hinum at fáa sigurin við heim. Viborg var annars á odda 30-29, tá tjúgu sekund vóru eftir, og Dijon rakti stongina.

Trupulleikin var tó, at ein dómari stóð ov nær við. Bólturin stakk í beinið á dómaranum, og fór í málið. Regulin er, at dómarin er partur av spælinum, so mál skal dømt í slíkum førum og varð eisini dømt - hóast donsk mótmæli.

Margháttiliga hendingin sæst á Facebook-síðuni hjá Handballtrandfer

Harvið 30-30 og Viborg vann sær eitt við heim - Jana Mittún gjørdi sítt á evropeiska pallinum. Heimadystur verður móti Corona Brasov í 3. umfari um eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder