Fótbóltur

Størsta uppgávan í undankappingini á skránni í kvøld

(U21) Oddaliðið Portugal tekur ímóti Føroyum í Faro klokkan 17.30. - Tað verður strævið hjá okkum, men so eru eisini viðurskifti, sum vit kunnu gagnnýta og revsa, staðfestir Eyðun Klakstein.

Gullbrandur Øregaard og hinir skulu standa væl ímóti og samstundis royna at hótta verjuna hjá Portugal í kvøld (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Gullbrandur Øregaard og hinir skulu standa væl ímóti og samstundis royna at hótta verjuna hjá Portugal í kvøld (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2024-03-21 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Teir hava vunnið fýra útav fimm dystum og hava verið ordliga góðir í teimum fýra. Vóru hálvvánaligir í dystinum í Grikkalandi sum teir so eisini tapa uppiborið, og har teir sløsa nokso nógv. Í teimum trimum heimadystinum hava teir verið sannførandi, og tað verður uttan iva ein strævin dystur hjá okkum í Portugal. Vit koma allarhelst at vera nógv í verjustøðu

Høvuðsvenjarin hjá U21-landsliðnum er greiður yvir, at tað kann verða ein tungur burður í Portugal í kvøld. Tá vit tosaðu við Eyðun Klakstein fyrr í vikuni, vísti venjarin tó eisini á viðurskifti, sum føroyska liðið kann gera sera dælt av. Serliga er tað kontraspælið:

- Sum hjá øðrum heilt sterkum liðum, so eru tað eisini viðurskifti, sum vit kunnu gagnnýta og revsa. Teir eru okay í endurtrýstinum, tá teir missa bóltin, men ikki so raskir og hugaligir til at renna heim. So vit kunnu helst serliga hótta uppá mótálop. Tað snýr seg um at fáa ferðina niður í dystinum og fáa teir at gera tað, sum teir ikki eru so glaðir fyri - frustrerað teir nakað - so kann man altíð fáa eitt hampiligt úrslit. Eisini kunnu vit vóna, at Portugal undirmetir okkum nakað. Tað kann bara hjálpa.

[object Object]Eyðun Klakstein hevur higartil fingið tveir útisigrar og stig í trimum av fimm dystum sum U21-landsliðsvenjari. Arbeitt hevur verið við grundleggjandi tingunum seinastu dagarnar í føroysku leguni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Aron: Vit fara sjálvandi eftir stigametinum

Tað vildi ikki verið løgið, um teir á oddaliðnum í EM-undankappingarbólkinum undirmettu lítlu Føroyar nakað. Veddingarfyritøkurnar hava eisini Portugal sum stórfavorit.

Tað vildi tó hinvegin verið heldur løgið, um man undirmettu Føroyar ov nógv, tí liðið hevur sjey stig fyri fimm dystir, harav tveir útisigar. Føroyar bjóðaðu eisini Kroatia av í Klaksvík, og í U21-fótbólti er tað ofta eydnast at fáa stór úrslit.

Spurningurin er, um eitt stórt úrslit liggur og bíðar í kvøld. Føroyar eru uttan toppskjúttan Jørgen Nielsen (leikbann + skaða), og Gutti Dahl-Olsen skal taka yvir sum fremsti maður. Hann hevur trý mál í undankappingini. Olaf Bárðarson er eisini ógvuliga ivasamur - Samuel Johansen Chukwudi og Áki Johannesen eru ikki við í Portugal.

Arbeitt hevur verið við grundleggjandi tingunum seinastu dagarnar í føroysku leguni, har venjaratoymið hevur gjøgnumgingið tað, sum skal sita í kvøld - tað mesta kenna spælararnir væl.

Dysturin sæst í Televarpinum.

U21-undankapping til EM 2025
6. umfar - í kvøld, hósdagin 21.03
17.30: Portugal - Føroyar

[object Object]

Støðan í bólkinum - Mynd: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder