
Tað gekk sum heild heilt væl hjá føroyingunum á Orknoyggjum í gjár, tá fyrsti stóri kappingardagurin á Oyggjaleikunum 2025 var.
Sí eisini: 33 heiðursmerki samanlagt á fyrsta stóra degnum
Millum annað hilnaðist tað væl í frælsum ítrótti. Ikki nógvar finalur vóru, men Føroyar vunnu gull (Jónas Isaksen) og bronsu (Dánjal Ljósheim) á sama teini, meðan Sunniva Bogadóttir vann silvur í spjótkasti.
Sunniva, Jónas og Dánjal við heiðursmerkjum teirra (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroyar)
Maria Biskopstø gjørdi bart
Stríðið eftir heiðursmerkjum heldur fram í dag, og Maria Biskopstø hevur longu gjørt bart.
Maria segði við Portalin í síðsta mánaða, at hon avgjørt fór eftir gulli í 400 metra rimarenning (hekk)
- Eg fari heilt víst at royna eftir gulli á 400m rimarenning, tí eg vann silvur seinast og kundi hugsað mær at klárað tað enn betur hesa ferð.
Klaksvíkskvinnan vann eisini rímiliga greitt, tá samanumkom, í flottum avriki fyri løtu síðani. Harvið enn eitt føroyskt gull í frælsum ítrótti.
Til ber at síggja renningina hjá Mariu við at spola nakað aftur á videobrotinum ovast - ella her
Á leinkjuni ber eisini til at síggja hálvfinalurnar frá klokkan 18. Har eru eisini føroysk luttøka.
Seinni í kvøld skal Julian Gregersen, sum hevur fingið góð úrslit í seinastuni, renna á 1.500 metra teininum
- Klokkan 9:30 skal Julian Gregersen renna finaluna á 1500 m. Hóast hann rann sera skjótt innleiðandi, so eru tað enn fimm, sum hava runnið skjótari í ár. Julian átti tó nakað eftir, tá hann rann seg í finaluna, og miðteinur er grein, har taktikkur kann broyta úrslitið. Tí verður sera spennandi at síggja, hvussu leikur fer, skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald