
Sí stroymingina frá kvøldsins svimjufinalum omanfyri ella her
-------------------------------------
Soleiðis sá fyrsti dagurin út hjá føroysku svimjarunum á Orknoyggjunum:
1500 frí menn – Líggjas Joensen gull og Silas Dam Lindberg, bronsu
400 blandað kvinnur – Jóhanna Ólavsdóttir nr 5
200 firvald menn – Isak Brisenfeldt gull, Silas Dam Lindberg, nr 6
100 firvald kvinnur – Jóhanna Ólavsdóttir nr 5
100 bringa menn – Bartal Erlingsson Eidesgaard silvur og føroyskt met, Jón nr 4
50 bringa kvinnur – Lea Osberg Højsted bronsu og føroyskt met og juniormet
50 rygg menn – eingin føroysk luttøka
200 frí kvinnur – Alisa Vestergård silvur
200 blandað menn – Isak Brisenfeldt silvur
4×50 frí kvinnur – Føroyar bronsu og føroyskt landsliðsmet
4×50 blandað menn – Føroyar nr 4 og føroyskt landsliðsmet
Harvið átta heiðursmerki og nógv ymisk met, og longu í innleiðandi kappingunum í dag, settu bæði Bartal E. Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir føroysk met. Hetta í ávikavist 50 metrar bringu og 50 metrar bring. Hjá Bartali var talan um "stórt met":
- Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 27.93. Róland Toftum átti metið á 28.30, meðan besta tíð hjá Bartali var 28.38 áðrenn hetta, frá NM 2023. Bartal er sostatt eisini fyrsti føroyingur nakrantíð undir 28 sekund í 50 bringu. Sí úrslitalistan her
Bartal, Elisabeth og nógv onnur svimja finalur á Orknoyggjunum í kvøld. Sí stroymingina ovast - fyrsta finalan er farin í gongd.
Kom upprunaliga út klokkan 18.10
-----------------------------------------------
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald