
Landsliðini í súkkling, triathlon og MTB eru nú úttikin til Oyggjaleikirnar í Orkney í 2025.
Triathlon:
Magni Hansen
Bergtór Torssteinsson
MTB:
Helgi Winther Olsen
Hilmar Hansen
Súkkling:
Súsanna Skylv
Pauli Poulsen
Niklas Hallgren Niclassen
Hjálparfólk:
Torkil Veyhe – landsliðsleiðari
Gunnar Dahl-Olsen – mekanikari
Kenneth Ellefsen – soigneur
Umframt at føroysku súkklararnir og trííðkararnir næstu tíðina fara at fyrireika seg væl, eru tað longu onnur ting í sjóneykuni: Oyggjaleikir á heimabeiti.
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skrivar, at tað samstundis verður arbeitt miðvíst fram ímóti Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027, har ætlanin er at tryggja eina enn sterkari føroyska umboðan.
- Arbeiðið við landsliðunum verður framt við greiðum strategi og málum, sum m.a. fevna um luttøku í altjóða kappingum, persónliga menning og ein greiðan leist fyri útveljing. Krøvini eru býtt í A-, B- og C-stig, sum tryggja eina javnvág millum úrslit og menning.
Torkil Veyhe hevur sjálvur fingið fleiri stór úrslit. Torkil er nú landsliðssamskipari, og sigur:
- Vit hava sett okkum greið mál fyri bæði 2025 og 2027. Hetta er eitt langtíðar arbeiði, har vit vilja byggja upp eina sterka kervi við venjing, luttøku í kappingum og altjóða samstarvi.”
Við hesum stevnum ber ikki bara til at tryggja eina góða luttøku til næstu Oyggjaleikir, men eisini at leggja lunnar undir eina framúr framtíð innan súkkling, triathlon og MTB í Føroyum.
Oyggjaleikirnir á Orkney vera í døgunum 12. til 18. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald