Hondbóltur

Súna Krossteig Hansen sett í samband við evropeiskt stórfelag

Óváttað tíðindi vilja vera við, at hon skal spæla fyri felagið ZRK Buducnost í Montenegro.

Súna K. Hansen - her í HM-dysti móti Spania í vetur (Mynd: Sverri Egholm)

Súna K. Hansen - her í HM-dysti móti Spania í vetur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-21 10:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er danski miðilin Handballtransfer.dk, ið ofta er vælvitandi um hvat hendir í hondbóltsheiminum, sum í morgun skrivar um, at føroyski landsliðsleikarin Súna Krossteig Hansen er sett í sambandi við stórfelagið ZRK Buducnost í Montenegro.

Tíðindini eru ikki váttað, men Handballtransfer.dk sigur seg hava fingið upplýsingar um, at sáttmáli er skrivaður millum partarnar.

Hetta er nakað, sum veruliga setir føroyskan hondbólt á heimskortið, skrivar miðilin. Tí ZRK Buducnost er eitt av sterkastu hondbóltsfeløgunum í Evropa á kvinnusíðuni.

Seinastu 30 árini hevur felagið úr Montenegro verið partur av Champions League kappingini. Tær vunnu kappingina í 2012 og 2015. Spældu seg í áttanapartsfinalurnar fyri trimum árum síðani og vóru í bólkaspælinum í bæði fjør og fyrraárið.

Tær spæla eisini í bólkaspælinum í ár, men onki bendir á, at tað eydnast felagnum úr Montenegro at koma víðari hesaferð. Tær liggja nummar 8 av 8 í bólki A við trimum stigum fyri 10 dystum.

Súna Krossteig Hansen hevur seinastu árini spælt við danska felagnum Skanderborg Håndbold, sum stríðist fyri at varðveita sítt pláss í bestu donsku kappingini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder