Fótbóltur

Svenn avloysir Súna í Sarpugerði

Hjálparvenjarin á kvinnulandsliðnum hevur drúgvar royndir, og gøtumaðurin skal í 2024 stjórnað besta kvinnuliðnum hjá Víkingi. Hjálparvenjari, málverji og fysiskur venjari eru eisini uppá pláss.

Svenn Olsen hevur seinastu árini verið hjálparvenjari á landsliðnum - her saman við Signe Pries Andersen, høvuðsvenjara (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarnamyndir)

Svenn Olsen hevur seinastu árini verið hjálparvenjari á landsliðnum - her saman við Signe Pries Andersen, høvuðsvenjara (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarnamyndir)

2023-11-23 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvinnuliðið hjá Víkingi hevði eina lítla afturgongd í 2023 í mun til undanfarin ár. Tað er helst ikki løgið - serliga tí man síðsta vetur misti Jensu Kannuberg Tórólvsdóttir, sum fór til Thy-Thisted í bestu donsku deildini. Mona Rasmusdóttir skifti eisini har eftir nakrar dystir í kappingarárinum, og ein onnur við royndum á A-landsliðnum, Maria á Lakjuni, fór eisini úr felagnum fyrr í ár.

Nógvar heilt ungar spældu uppaftur meira, og Víkingur endaði sum nummar fimm av teimum átta liðunum. Súni Olsen var venjari á triðja árið - nú hevur hann takkað fyri seg.

Í vikuni hevur Víkingur kunngjørt venjaratoymi til 2024. Høvuðsvenjari verður Svenn Ósbjørnsson Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá Betri kvinnum.

- Svenn, ið er 52 ára gamal, er gøtumaður og Víkingur. Hann hevur A-venjaraprógv og nógvar royndir, bæði sum høvuðsvenjari, hjálparvenjari og høvuðsungdómsvenjari, bæði í Víkingi, men eisini í øðrum feløgum. Svenn hevur áður eisini verið venjari hjá WU15 landsliðnum og er í løtuni hjálparvenjari hjá kvinnulandliðnum.

Svenn skal standa á odda fyri liðnum saman við Hans Andriasi Olsen sum hevur verið runt um hópin seinastu tvey árini. Hann er í holt við at taka A-venjaraprógv, kemur at virka sum hjálparvenjari og partvís málmansvenjari.
[object Object]
Hans Andrias Olsen, hjálparvenjari, og Svenn Ósbjørnsson Olsen, nýggjur høvuðsvenjari, saman við Brandi Jacobsen, formanni í Víkingi (Mynd: Víkingur)

[object Object]
Katrin Petersen saman við Hannu Erlingsdóttir Olsen úr nevndini (Mynd: Víkingur)
Víkingur hevur eisini sett fysiskan venjara og fysioterapeut. Talan er um Katrin Petersen, sum millum annað er kend úr flogbóltshópinum.

- Katrin er av Tvøroyri, men er búsitandi í Syðrugøtu. Hon er útbúgvin fysioterapeut og kemur at hava ábyrgdina av kropsligu venjingunum rundanum okkara besta kvinnulið, umframt at vera fysioterapeut.
Vit hava leingi ynskt at sett meir inn á hesum økinum, og gleðast tí sjálvsagt um at fáa Katrin í toymi rundanum Betri liðið, skrivar Víkingur.

Felagið hevur eisini kunngjørt fyrsta styrkin til leikarahópin. 22-ára gamla Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen spældi ikki í 2023, men toftakvinnan hevur seinastu árini gjørt vart við seg hjá sum málverji hjá millum annað NSÍ og HB. Eisini hevur Eyðgerð spælt 22 U-landsdystir og tveir A-landsdystir.

[object Object]
Hanna og nýggi málverjjin, Eyðgerð Mikkelsen (Mynd: Víkingur)





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder