Hondbóltur

Svenskur skelkur: Kunnu ikki longur avgerða EM-lagnuna sjálvir

Heimaliðið megnaði ikki meira enn ein javnleik móti Ungarn, og nú liggur tað til Ísland og Kroatia, sum kunnu spæla seg víðari til hálvfinalurnar við sigrum í morgin.

Felix Claar heldur um høvdið. Svenski spælskiparin spældi annars ein stóran dyst móti Ungarn við millum annað tíggju málum - men tað var ikki nóg mikið (Mynd: EPA)

Felix Claar heldur um høvdið. Svenski spælskiparin spældi annars ein stóran dyst móti Ungarn við millum annað tíggju málum - men tað var ikki nóg mikið (Mynd: EPA)

2026-01-27 22:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki vann sín innleiðandi EM-bólk, hevði tvey stig við víðari til miðumfari og vann eisini fyrsta dystin har.

Men eftir trý umfør, og dagin fyri seinasta umfar, standa svensku vertirnir í tí støðuni, at teir ikki kunnu avgerða sína lagnu víðari sjálvir.

Átta-máls tapið móti Íslandi sunnudagin sveið, men eftir óvæntaða íslendska javnleikin móti Sveis fyrr í dag, stóð liðið hjá Michael Appelgren við øllum kortum á hondunum undan kvøldsins uppgávu.

Hon var móti landinum, har svenski venjarin til dagliga starvast - í felagnum Pick Szeged. Men Appelgren og lið hansara mistu sín fyrimun á gólvið: Teir avrikaðu samanlagt ikki nóg mikið væl í trýstu støðuni og í favorittleiklutinum.

Ungarn spældi fyri sínum møguleika og var á odda 16-14 í steðginum. Í 2. hálvleiki var ógvuliga tætt, og tað gjørdist dramatiskt móti endanum: Útvísingar, stórar bjargingar, skot á stongina, álopsfeilur og videokanning.

[object Object]
Hart stríð í so at siga hvørjari støðu í Malmö (Mynd: EPA)

Eins og hjá Íslandi og Sveis, var eingin munur á máltalvuni eftir seinasta bríksl, og hetta hóvaði ikki liðunum í Malmö Arena í kvøld:

- Ungarn kann nú ikki longur koma víðari, og ungarar kundu av røttum grenja um, at teir ikki fingu brotskast í seinasta sekundi: Hampus Wanne hevï fótin inni í egna feltið, tá álopsfeilur heldur varð dømdur móti Ungarn, so ungarar ikki kundu avgerða dystin.

Sviar kunnu nú ikki longur avgerða tingini sjálvir: Teimum tørvar hjálp frá Slovenia ella Ungarn, sum spæla móti ávikavist Íslandi og Kroatia í morgin. Um Ísland og Kroatia vinna sínar dystir, so kann Svøriki ikki koma í EM-hálvfinalu á hesum sinni.

EM 2026 - miðumfar
Bólkur 2 - Malmö:

3. umfar - í dag, týsdagin 27. januar
Sveis - Ísland 38-38 (19-19)
Slovenia - Kroatia 25-29 (11-14)
Svøríki - Ungarn 32-32 (14-16)

Sí eisini: Ísland snávaði móti Sveis

Støðan:

1. Kroatia 6 stig
2. Ísland 5 stig *
--------------------
3. Svøríki 5 stig *
4. Slovenia 4 stig
5  Sveis 2 stig 
6. Ungarn 2 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

* Ísland er betri enn Svøríki innanhýsis og liggur harvið tí at koma víðari í løtuni

4. umfar - í morgin, mikudagin 28. januar
14.30: Slovenia - Ísland
17.00: Kroatia - Ungarn
19.30: Sveis - Svøríki 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder