Fótbóltur

Tað trygga og spennandi móti tí nýggja og ókenda

Víkingur fer inn í kappingarárið við so at siga sama hópi sum í fjør og væntanum um oddastríð á sær - 07 Vestur hevur átta nýggjar spælarar og nógv spurnartekin. Avspark í dag er klokkan 17.

Geza David Turi og so at siga allir hinir hildu fram í Sarpugerði, og hava teir eisini vant so at siga síðani kappingarenda. Janus Svabo Samuelsen longdi sáttmálan við barndómsfelagið, men nógvar broytingar eru hjá 07 Vestur. Nú hittast liðin iaftur í Sørvági (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Geza David Turi og so at siga allir hinir hildu fram í Sarpugerði, og hava teir eisini vant so at siga síðani kappingarenda. Janus Svabo Samuelsen longdi sáttmálan við barndómsfelagið, men nógvar broytingar eru hjá 07 Vestur. Nú hittast liðin iaftur í Sørvági (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-09 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So er dagurin loksins upprunnin. Betrideildin hjá monnum byrjar, og tann fyrsti av teimum 135 dystunum í 2024 byrjar í kvøld klokkan 17. Tá altjóða dómarin Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslar í gongd á Dungasandi, standa tvey heilt ymisk lið yvirfyri hvørjum øðrum. 07 Vestur og Víkingur kappaðust um 4. plássi, tá tey seinast spældu í Sørvági. Hetta var á Countryfestivalinum í fjør. 07 Vestur vann tá 3-2.

Av teimum í byrjanaruppstillingini hjá 07 Vestur tá, eru bert tríggir spælarar eftir í felagnum. Átta nýggir útlendskir spælarar, sum ongantíð hava spælt í Føroyum, eru komnir í hópin í vetur, fleiri enn tíggju spælarar eru nú burtur, og 07 Vestur hevur skift høvuðsvenjara tvær ferðir síðani juni í fjør. Steffen Landro hevur verið til verka í Sørvági í nakrar mánaðir, og nú er fyrsta stóra trýstroyndin. Hon verður uttan tveir av teimum nýggju álopskendu spælarunum, sum ikki hava fingið øll neyðugu loyvini uppá pláss.

Í seinasta venjingardystinum hjá 07 Vestur byrjaðu fýra lokalir, ið eisini spældu nógv í fjør, inni: Janus Svabo Samuelsen, Jóanis á Steig, Oddur Petersen og Eiler Fróðason. Hetta eru teir í hópinum, sum fótbóltsáhugaðir føroyingar kenna best. Umframt hetta hevur 07 Vestur nakrar yngri spælarar, sum helst verða meira at síggja í ár.

[object Object]
Oddur í Haraldsstovu Petersen fekk sítt gjøgnumbrot í fjør, við millum annað at skora sigursmálið móti Víkingi. Sørvingurin varð verandi í 07 Vestur, og nú er tað Steffan Landro, ið stendur á odda fyri skútuni (Mynd: 07 Vestur)

[object Object]Martin Klein Joensen skoraði 16 mál í fjør og nú aftur til reiðar at gera mál í ljósabláum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allir spælararnir, sum spældu fyri Víking í Sørvági í fjør, eru enn í Sarpugerði. Sum heild er hópurin nærum óbroyttir, í mun til hvat hevur myndað liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen seinasta árið. Hann hevur verið við róðrið síðani september 2020, og síðani er Vìkingur endað í topp-trý tríggjar ferðir og vunnið steypakappingina eina ferð.

Bygt verður uppá í Eysturkommunu, og einastu veruligi nýggi víkingurin er Jørgen Nielsen, sum nú hevur skaða í fótinum. Olaf Bárðarson og Sølvi Vatnhamar – ið framvegis stýrir á vøllinum saman við Atla Gregersen – hava ikki spælt seinastu venjingardystirnir. Teir báðir spæla tó helst í dag. Andreas Lava Olsen er framvegis skaddur, men Martin Klein Olsen og Bergur Gregersen eru aftur í ljósabláum eftir ávíkavist heilt stuttan steðg í Íslandi og eina tíð á sjónum.

Les eisini: Martin Klein Joensen aftur í Sarpugerði

At Víkingur aftur í ár fer at vera í minsta lagi topp-fýra eru allir viðmerkjarar samdir í. Spurningurin er so, um liðið, ið vann 13 dystir á rað eftir áðurnevnda tap fyri 07 Vestur, kann halda eitt høgt stig og veruliga bjóða av. Man hevur als ikki gjørt somu fíggjarligu íløgurnar í hópin sum kappingarneytarnar, men arbeiðið sum lagt er í, avrikini, umframt góðskan og hugburðurin á liðnum gera, at Víkingur hjá teimum flestu verður sæð sum besta boðið at bróta einaveldi hjá KÍ. Hetta er tó ógvuliga nógv at krevja, men fyrstu fetini móti einum góðum fótbóltsári í Eysturkommunu skulu takast í dag.

07 Vestur fer í gongd við sítt fjórða ár á rað við Betrideildini. Síðani september í 2022 hevur fyrrverandi elevatorfelagið ongantíð verið í niðurflytingarvanda, í fjør var metár í stigum, og 07 Vestur hevur spælt steypahálvfinalur tvey ár á rað. Nú standa nógv spurnartekin útfyri liðnum: Kann 07 Vestur bjóða av um stuttligari plássini og Evropa, sum stóra málið hjá venjara og felagið eru, ella verður man blandaður í eitt tyngri stríð? Ókendu faktorarnir eru nógvir, men man kemur so nakað nærri svarum eftir dystin í Sørvági í kvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder