Oslo, Noreg (Portalurin): Í fyrstu EM-uppgávuni her endaði tað við einum tøttum og hørðum dysti, har føroyingar fingu nøkur sløg - kropsliga og sinnisliga - og skuldu stríðast heilt til tað seinasta fyri at fáa eitt stig burturúr móti Sveis.
Við støðuni eftir fyrstu minuttirnar í 2. hálvleiki burdi tað ikki verið so, tí Føroyar vóru á odda 19-13 einaferð. Men tá so tólv vánaligir minuttir - og ein ógvuliga góð sveisiks løta - vendi øllum á høvdið, so kundi javnleikurin av álvara brúkast. Og tað var eisini eitt ávíst nøgdsemi hjá spælarum, venjara og fjepparum aftaná
Les eisini: Blakaðu stóra leiðslu burtur - men stríddu seg til stig móti endanum
Sí eisini - video:
Elias: - Gott at fáa stig móti endanum
Bredsdorff: - Eg skal heilsa og siga, at Føroyar gjørdu tað gott í dag
![]()
![]()
Stórur fagnaður á spælarum og fjepparum beint eftir 28-28 málið hjá Vilhelmi Poulsen
Myndir: Sverri Egholm
Sì fleiri myndir úr Unity leikhøllini
Sansirnir fingu eisini sítt hjá spælarunum. Hetta serliga við øllum larmandi áskoðarunum, og tað hevur mest sannlíkt verið trupult at sovna í rímiligari tíð hjá teimum flestu í gjárkvøldið.
Føroyingarnir skulu tó koma skjótt fyri seg og hyggja frameftir - eisini fjeppararnir. Kroppur og sinn skulu vera til reiðar aftur í annaðkvøld, tá Montenegro bíðar. Har er stig, og helst ein sigur, eitt krav, um vónin um at koma víðari til miðumfarið veruliga skal liva víðari.
Vilhelm Poulsen, ið javnaði fyri Føroyar í seinastu løtu móti Sveis, staðfesti eisini, at man skjótt noyðist at hyggja víðari.
Vera á spælarahotellinum klokkan 11 - taka samanum og hyggja frameftir
Spælararnir hava tó "sovið eitt sindur uppá upplivingina móti Sveis", og onkrar teirra hoyra vit frá í sendingini á FM1.
Hendan byrjar klokkan 11 føroyska tíð og varir í umleið ein tíma. Har fer Pætur Nolsøe at tosa við Tórmóður Petursson Djurhuus og Hall Danielsen.
Teir fara at greina dystin í gjár eitt sindur og síðani hyggja fram móti Føroyar - Montenegro (sunnudagin klokkan 17), sum nærum er púra avgerandi fyri, hvørt Føroyar kunnu koma víðari til miðumfarið í Malmö ella ikki.
Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum.
Tórmóður Petursson Djurhuus og Pætur Nolsøe í Oslo. Teir verða til reiðar á spælaragistingarhúsinum klokkan 11 (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald