
Taliban-stýrið í Afganistan hevur nú bannað talv í landinum.
Grundgevingin er, at hetta kann fáa fólk at spæla um pengar, og tað er ólógligt sambært sharialógini. Tí er talv bannað, inntil Taliban-stýrið hevur mett um vandan við talvi, sigur talsfólk hjá ítróttastýrinum hjá Taliban, Atal Mashwani.
Mashwani leggur afturat, sambært Ritzau, at talvsambandið í Afganistan hevur ikki havt kappingar í tvey ár, og hevur m.a. havt avbjóðingar á leislustøði.
Taliban-stýrið hevur seinastu árini avmarkað fleiri aðrar ítróttir og hava í roynd og veru bannað kvinnum at luttaka í ítrótti.
Í fjør varð m.a. ítróttagreinin mixed martial arts, ofta nevnd MMA, eisini bannað við tí grundgeving, at tað var ein harðlig ítróttagrein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald