Annað

Talv: Havnin á odda

Øll liðini í fremstu deildini hava nú telvað fýra dystir hvør.

Helgi Dam Ziska og Havnar Telvingarfelag kunnu halda jól sum oddalið í landskappingini (Savnsmynd)

Helgi Dam Ziska og Havnar Telvingarfelag kunnu halda jól sum oddalið í landskappingini (Savnsmynd)

2023-12-13 10:58 Author image
Innsent
placeholder

Útsetti dysturin í fjórða umfari í 1. deild millum Klaksvík og Havnina var telvaður í gjárkvøldið.

Havnarmenn vunnu stórsigur, og endurvunnu leiðsluna í deildini. A-liðini hjá Havnini og Sandavági hava longu lagt seg lagt undan hinum. Havnarmenn eru nú eitt stig fremri. Innanhýsis dystirnir teirra millum verða eftir øllum at døma sera avgerandi, tí higartil hava oddaliðini gjørt bart í hvørjum dysti.

Fyrri sínamillum dysturin verður í fimta umfari hin 6. januar.

Øll liðini í fremstu deildini hava nú telvað fýra dystir hvør, og steðgur verður nú í landskappingini til nýggjárs.

4. umfar 12. desember

Klaksvík - Havnin ½ - 3½
Ólavur Simonsen - Helgi Dam Ziska 0 – 1
Terji Petersen - Carl Eli N. Samuelsen ½ - ½
Rani Nolsøe - Luitjen A. Apol 0 – 1
Tummas M. Sólsker - Sjúrður Thorsteinsson 0 - 1

Støðan í 1. deild eftir fýra umfør
1. Havnin (1) 14½ stig
2. Sandavágur (1) 13½
3. Klaksvík (1) 7½
4. Sandavágur (2) 6
5. Havnin (2) 4½
6. Klaksvík (2) 2 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder