Í almennu røðini eru ikki færri enn 208 lond umboðað. Føroyar, sum ikki hava sterkastu manning hesa ferð, eru tó styrkismettar sum nummar 107.
Eingin av okkara sterkastu trimum telvarum - Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft - eru við á hesum sinni.
Føroyska liðið er mannað soleiðis:
1. Luitjen Akselsson Apol (2305)
2. IM John Rødgaard (2250)
3. Jón í Horni Nielsen (2078)
4. Elias Petersen (2075)
5. Rókur Davidsen (1988)
Hesir fimm eru á nýggjasta føroyska styrkilistanum nummar ávikavist 4, 5, 18, 19 og 27. So avboðini hava verið fleiri enn vant.
Grønland verður á fyrsta sinni við á talvolympiaduni. Grønland er styrkismett nummar 201.
Føroyska talvlandsliðið fer úr Føroyum í dag. Liðleiðari verður Hjalti Petersen, sum er nýggjur formaður í Talvsambandi Føroya.
Talvolympiadan varir frá 16.- til 27. september.
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald