Annað

Talvlandsliðið farið undir venjingar

Ivan Sokolov er nú byrjaður sum venjari hjá føroyska talvlandsliðnum..

2022-12-06 08:08 Author image
Innsent
placeholder

1. desember hevði hann fyrstu venjingina við føroysku telvarunum. Fýra venjingar eru nú í desember. Vant verður aftur 9. desember, 15. desember og 22. desember. Hesar venjingar fara fram umvegis netið. Føroysku telvararnir sita heima við hús, og venjarin situr í Niðurlondum. Allir eru so knýttir saman umvegis Teams.

Føroysku telvararnir lótu væl at fyrsta venjingarkvøldinum. Sama gjørdi venjarin. Eftir jól verður tikið samanum, og eru partarnir samdir um, at haldast skal fram við samstarvinum, verður nýggj venjingarætlan løgd fyri komandi ár. Tá kann roknast við, at Ivan Sokolov kemur til Føroyar at venja landsliðið.

[object Object]
Ivan Sokolov

Talvsamband Føroya hevur tikið út seks telvarar at venja í landsliðstoyminum. Teir eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen. Hetta eru teir fremstu fýra her á landi umframt fremstu tveir unglingarnir.

Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til óvæntaðan sigur á talvolympiaduni í India. Líkt er tí til, at tað er ein av fremstu talvvenjarunum í heiminum, sum Talvsambandið hevur knýtt av føroyska landsliðnum.

Talvlandsliðið hevur uppgávur í komandi ári. Kappingin fyri smátjóðir í Evropa og EM-stevnan fyri landslið eru báðar í heyst. Olympiada verður í Ungarn í 2024.

Nummar 77 av 200 londum

Altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember. Her sæst, at Føroyar eru nummar 77 í røðini av teimum í alt 200 londunum í heiminum, sum eru limir í FIDE.

Havandi í huga, at vit teljast millum smæstu limalondini, er tað hugvekjandi í sjálvum sær.

Fremstu tíggju londini í heiminum eru hesir:
1. USA 2726
2. Russland 2711
3. India 2694
4. Kina 2689
5. Ukraina 2663
6. Aserbadsjan 2651
7. Frakland 2643
8. Armenia 2635
9. Spania 2632
10. Holland 2629

Fremstu einstøku fimm telvararnir í heiminum eru hesir:
1. Magnus Carlsen (Noreg) 2859
2. Liren Ding (Kina) 2811
3. Ian Nepomniachtchi (Russland) 2793
4. Alireza Firouzja (Frakland) 2785
5. Hikaru Nakamura (USA) 2768

Okkara topp 10

Í Føroyum eru okkurt um 350 virknir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum eru við í landskappingini.

Tann føroyski topp 10 listin sær í desember soleiðis út:
1. GM Helgi Dam Ziska (HT) 2546
2. Høgni Egilstoft (ST) 2397
3. IM John Arni Nilssen (ST) 2321
4. Martin Poulsen (HT) 2311
5. Rógvi Egilstoft (ST) 2290
6. IM John Rødgaard (VT) 2280
7. Olaf Berg (HT) 2217
8. Luitjen Akselsson Apol (2215)
9. Flóvin Tór Næs (HT) 2208
10. Jóan Hendrik Andreasen (HT) 2192

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder