Annað

Tann fyrsti av seks dystum næstu 16 dagarnar

Flogbóltskvinnurnar spæla klokkan 17 í Lettlandi. Dysturin kann stroymast á eurovolley.tv.

Kvinnurnar hava fyrrapartin hava seinastu venjingina undan dystin móti Lettlandi (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Kvinnurnar hava fyrrapartin hava seinastu venjingina undan dystin móti Lettlandi (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2025-05-30 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flogbóltssamband Føroya skrivar, at kvinnurnar fyrrapartin hava havt seinastu venjingina undan dystin móti Lettlandi.

Ársins fyrsti dystur hjá Føroyum í Silver League verður klokkan 17. Hetta verður tann fyrsti av seks dystum næstu 16 dagarnar hjá føroysku kvinnunum.

Tveir teir fyrstu dystirnir verða spældir í Lettlandi - Ísrael er á skránni í annaðkvøld. Í næstu viku vitja Norðurmakedónia og Eysturríki á Sandi, áðrenn Føroyar spæla móti Íslandi og Luksemborg í Luksemborg mitt í juni. 

[object Object]
Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Dysturin í kvøld verður tann fyrsti hjá italska venjaranum Ciro Zoratti

Uppgerðin sæst á eurovolley.tv fyri eitt gjald. Til ber eisini at fylgja við HER.

Føroyski hópurin:
Jóhanna B Christiansdóttir
Osla Johannesen
Sharon Haynes
Milja Silvansdóttir
Elisabet N Vilhelmsen
Ingibjørg Muller
Sirið Samson
Hanna Andriasdóttir
Anja S Danielsen
Kristina Knudsen
Henrikka W Jacobsen
Sesilia Prior
Jakobina Joensen
Helena S Hansen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder