Hondbóltur

Tap fyri Sveis - nú bíða vertirnir

Føroysku U18-dreingirnir taptu í gjár við trimum málum fyri sterka sveisiska liðnum.

Elias á Skipagøtu og hinir føroyingarnir stríddust væl í gjár, men Sveis var omaná til endans
(Mynd: EHF)

Elias á Skipagøtu og hinir føroyingarnir stríddust væl í gjár, men Sveis var omaná til endans (Mynd: EHF)

2018-08-17 07:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ungu føroyingarnir taptu í gjár fyri Sveis í seinasta dystinum í bólkaspælinum í EM-kappingini í Georgia. 

Tað var serliga ringa byrjanin, ið kostaðu hjá føroyingum. Sveis var á odda 5-0 og eisini 8-2, men ungu føroysku mennirnir reistu seg, og í hálvleikinum var støðan 16-14 til Sveis.

Í seinna hálvleiki gekk javnt á og einu løtuna var bara eitt mál á muni. Men Føroyar megnaðu ikki at taka leiðsluna, og endaliga úrslitið gjørdist 29-26 til Sveis.

Føroyar endaðu sum nummar fýra í bólkinum. Føroyingarnir, ið fingu fýra stig,  skulu nú spæla plaseringsdystir. Leygardagin er dystur móti vertstjóðini, Georgia, á skránni.

Føroysku málskjúttarnir:
Hákun Vest av Teigum, 5
Pauli Mittún, 5
Tróndur Mikkelsen, 5
Elias á Skipagøtu, 4
Julian Kragesteen, 3
Heini á Heygum, 2
Pauli Jacobsen, 1
Sakaris Aviano Sakarisson, 1


Pauli Jacobsen stóð sera væl í føroyska málinum, og varð valdur til dagsins leikara av EHF.

Kelda: hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder