Fótbóltur

Taptu at enda greitt í Portugal

Føroyska avrikið var annars flott størsta partin av tíðini, og man var við í dystinum leingi, hóast málmøguleikarnir vóru fáir. Keðilig mál kostaðu, og tað endaði 4-0 eftir trý sein mál.

Fyrsta málið var ov lætt (Mynd: Tv.fo)

Fyrsta málið var ov lætt (Mynd: Tv.fo)

2024-03-21 21:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar komu undir eitt tungt trýst beinanvegin móti oddaliðnum í bólkinum. Portugal skapti fleiri spentar støður, og Ari í Haraldsstovu Petersen hevði onkra stórbjaring í fyrra hálvleiki.

Føroyar høvdu torført við at halda uppá bóltin, men man hevði onkrar hálvar støður í umstillingum. Verjuparturin var stinnur, og serliga seinastu løtuna fyri steðgin helt man Portugal heilt frá stórum málmøguleikum.

Tíverri fekk heimaliðið hol á tíðliga í seinna hálvleiki. Portugal spældi seg ígjøgnum til høgru í føroyska brotsteignum og skotið úr spískum fór millum beinini á Ara Petersen. Heldur lætt mál sum málverjin ikki kann vera serliga nøgdur við.

Føroyar høvdu annars nakrar góðar støður eftir steðgin. Kontra, skot á mál, long innkøst o.s.fr. Heini Sørensen hevði størsta møguleikan, tá tekniskt sterki hoyvíkingurin tók sakina í egnar hendur í høgru og dribblaði væl. Málverjin bjargaði tó skotinum.

Luftin fór eitt sindur úr føroysku álopshóttanini, og Portugal legði størri trýst eftir næsta málinum. Tað eydnaðist at fáa í 87. minutti, og í longu yvirtíðini fekk Portugal tvey mál afturat. Óneyðuga stórt tap, tó at mótstøðan var sterk, og føroyingarnir góvu seg heilt út.

U21-undankapping til EM 2025
6. umfar - í kvøld, hósdagin 21.03
Portugal - Føroyar U21 0-4 (0-0)
52' Fábio Silva 1-0
87' Carlos Borges 2-0
90+4' Youssef Chermiti 3-0
90+8' Mateus 4-0

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson - Heini Fossdalsá Sørensen, Noah Mneney, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Poul Kallsberg - Áki Samuelsen

Í seinna hálvleiki komu hesir inn: Signar á Brúnni, Gutti Dahl-Olsen og Eivind Restorff Mouritsen

Støðan í bólkinum: 
[object Object]
Mynd: FaroeSoccer

Føroyska U21-landsliðið spælir ikki aftur fyrrenn í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder