Annað

TB aftur á triðjaplássinum

Føroya Tele-deildin, kvinnur: TB-Ternan 3-0 (25-14, 26-24, 25-17).

(Mynd: TB)

(Mynd: TB)

2023-12-04 09:10 Author image
Innsent
placeholder

Við 3-0 sigri á Ternuni sunnudagin vann TB sær triðjaplássið aftur, eftir at SÍ hevði havt tað til láns í eitt samdøgur. Bæði hava tó níggju stig, men TB hevur betri settmun. Haraftrat hevur TB spælt ein dyst færri.

TB gjørdi skjótt av í fyrsta setti og fór frá 7-5 upp á 15-9, áðrenn settið varð vunnið 25-14. Men í øðrum setti fekk TB rættiliga mótstøðu. TB var á odda 10-7 og 14-10, áðrenn tað eydnaðist Ternuni at javna til 18-18. TB togaði seg framum aftur, men Ternan javnaði aftur til 21-21, 23-23 og 24-24. TB legði seg enn einaferð á odda og fekk settbólt, og hann smassjaði Johanna Christiansdóttir í blokkin og út til 26-24 til TB.

Triðja sett var rímiliga javnt fyrstu løtuna, men so líðandi streyk TB avstað, og 8-8 gjørdist til 12-8 og 15-11, áðrenn tað veruliga skrædnaði millum liðini, og TB vann 25-17.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

LiðDystirSettmunurStig
Dráttur61617
Fleyr6913
TB539
609
KÍF6-66
Mjølnir4-73
Ternan5-150
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder