Fótbóltur

TB ger nógv burturúr hálvfinaluni í høvuðsstaðnum

Upphiting verður í OY frá klokkan 15, áðrenn tvørafólk ganga skrúðgongu í Gundadal, har B36 tekur ímóti klokkan 17.30.

André Dalfoss, formaður, og Gilli Rólantsson (Mynd: tb.fo)

André Dalfoss, formaður, og Gilli Rólantsson (Mynd: tb.fo)

2024-06-19 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 17.30 skulu B36 og TB stríðast um annað plássið í finaluni um Løgmanssteypið.

TB er á útivølli og eina deild undir, men hevur ein veruligan møguleika: Serliga tí TB vann fyrru hálvfinaluna, og so er gongdin hjá B36 einki serlig.

Í TB vilja tey eisini gera sítt til at vinna uttanfyri vøllin og skapa eitt veruligt steypahuglag í Gundadali.

- Okur fara at hita upp í Oy frá kl 15:00 (...) DJ Brynjer kemur at diska og kl 16 kemur Janus Wiberg at spæla live fyri okum. Kl 16:45 fara okur øll í skrúðgongu oman í Gundadal at rópa okra menn til sigurs.

Soleiðis skrivar Tvøroyrar Bóltfelag. Harvið kunnu nógvir mælskir og spentir suðuroyingar væntast í Gundadali. TB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 1977.

[object Object]
Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag 

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 19.08

17.30: B36 - TB (0-1)
18.30: Víkingur - HB (0-1)

Dystirnir verða vístir í Televarpinum.

Les eisini: 
Finaluliðini verða funnin í morgin
Stórur spenningur í báðum hálvfinalunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder